Serføroyskt djóraslag er í stórum vanda fyri at doyggja út

Tað krevur minst 1000 aliryssur at bjarga føroyska rossinum - men nú eru ikki meiri enn 80 eftir

Áki Bertholdsen
24. mai 2023 kl. 11:00

Tað serføroyska rossið er í stórum vanda fyri at doyggja út. Tað hava vit staðfest fleiri ferðir. Og aftur nú staðfestir Høgni Hoydal, landsstýrismaður í búnaðarmálum, at støðan hjá føroyska rossinum er sera álvarslig.

Jóannis Joensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur reist máli politiskt og nú hevur hann spurt landsstýrismannin, hvat hann ætlar at gera við støðuna.

Hann sigur, at nú eru ikki meiri enn eini 80 ross eftir av tí føroyska slagnum. Hetta merkir, at verða neyðug stig ikki tikin er vandi fyri at føroyska rossið doyr út, og sum støðan er nú, kann innannøring eisini verða ein trupulleiki. 

Hann sigur, at tað liggur eisini ein stór byrða á áhugaðum í Føroyum, tí nú hvílir øll ábyrgdin at varðveita føroyska rossið, á teimum.

– Spurningurin er, um hetta ikki eisini er ein uppgáva fyri føroyska samfelagið, eins og vit vilja varðveita føroyska bátin, dansin, sangin, sigur Jóannis Joensen.

Høgni Hoydal staðfestir, at støðan er ring, og at hon versnar alsamt, tí føroysku rossini fækka alla tíðina í tali.

Serfrøðingar staðfesta, at skal stovnurin ikki vera hóttir, skal talið á aliryssum upp um 1000. So tá ið vit hava færri enn 100 eftir í Føroyum, eru vit langt undir markinum.

Høvuðstrupulleikin er, at tað eru ov fá fólk í Føroyum, sum vilja hava føroysk ross, sigur hann. Tískil er tað greitt, at skal føroyska rossinum vera lív lagað, skulu fleiri tiltøk setast í verk. 

Eitt tiltak er at bera so í bandi, at føroysk ross kunnu flytast av landinum so eisini áhugaðir útlendingar kunnu ogna sær føroysk ross.

Høgni Hoydal sigur, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan er farin undir at gera neyðugu lógarbroytingarnar, men talan er um rúgvusmikið arbeiði, ið væntandi fer at taka drúgva tíð. 

– Tað ber tí ikki til at siga meira neyvt, nær tað fer at bera til at útflyta føroysk ross, sigur Høgni Hoydal.

Men hann minnir á, at Føroya løgting hevur tikið undir við altjóða sáttmálanum um lívfrøðiligt margfeldi og við hesum eru Føroyar bundnar at tryggja lívfrøðiligt margfeldi. 

– At varðveita tað føroyska rossið er tískil eitt mál, sum viðvíkur okkum øllum, og sum vit mugu fremja í felag, sigur Høgni Hoydal.