Seta punktum fyri landskappingini

Spurningarnir viðvíkjandi heiðursmerkjum og niðurflyting verða svaraðir seinnapartin í dag

Jóannes Hansen
29. oktober 2023 kl. 08:20

So verður av álvara talt niður til 27. og síðsta umfar í ársins landskapping.

Allir fimm dystirnir vera klokkan trý, og klokkan nakrar minuttir í fimm verður tað greitt, hvør fer noyðist tungu leiðina saman við AB niður í 1. deild, og hvør fer at vinna silvur og bronsu, og hvør fer at enda á fjórða plássi. Í tí kappingini eru Víkingur, B36 og HB.

Tað er greitt, at 07 Vestur verður nummar fimm, B68 hevur møguleika at taka sætta plássið frá EB/Streymi, og so er spurningurin, um tað verður ÍF ella TB, sum fer at enda omanfyri strikuna, og um AB verður aftast ella næstaftast.

FM steypið og gullkrónurnar verða handað KÍ í Klaksvík, har tað verður gjørt burturúr, at bæði kvinnurnar og menninir hjá KÍ hava vunnið FM.

Veðurvánirnar siga, at tað seinnapartin verður eysturætt, og tað verður turt og umleið fimm hitastig. Tað verður eitt lot. Vindferðin verður eitt sindur ymisk í ymsu plássunum.

Eftir dagsins dystir verður bara ein kappingardystur eftir í heimliga fótbóltinum. Tað verður leygardagin, tá ið HB og B68 fara at hittast í finaluni um løgmanssteypið.

Og so eru fleiri altjóða avbjóðingar.

KÍ fer at spæla tríggjar dystir í Europa Conference League: 9. november í Ljubljana í Slovenia, 30. november á heimavølli ímóti Slovan Bratislava og 14. desember í Lille í Fraklandi.

Tveir landsdystir vera á útivølli í november, tá ið talan verður um vinadyst ímóti Norra 16. november og EM undankappingardyst í Albania 20. november.

U-21 landsliðið fer 15. november at spæla EM undankappingardyst í Grikkalandi.

KÍ – Víkingur: Rúni Gaardbo kl. 15.00

EB/Streymur – HB: Áki Leitisstein Hansen kl. 15.00

ÍF – B68: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 15.00

AB – B36: Heini Ziskason Viðoy kl. 15.00

TB – 07 Vestur: Bjarki Danielsen kl. 15.00

 

26

21

4

1

65

17

67

Víkingur

26

18

3

5

74

22

57

B36

26

18

3

5

52

24

57

HB

26

17

4

5

67

23

55

07 Vestur

26

11

4

11

41

41

37

EB/Streymur

26

7

4

15

25

52

25

B68

26

4

10

12

29

48

22

ÍF

26

6

1

19

23

67

19

TB

26

4

4

18

15

60

16

AB

26

4

3

19

24

61

15