Seta trygdina hjá arbeiðsfólki í vanda

Í gjár gjørdi løgreglan kortini av at tosa pent við bilførarar, heldur enn at geva teimum bót

Áki Bertholdsen
18. mai 2023 kl. 08:54

Í gjár var løgreglan uppi á Sundsvegnum í Havn, har tey tosaðu við fleiri bilførarar. 

Støðan er tann, at arbeitt verður á vegnum og á einum strekki niðarliga á Sundsvegnum er tískil einvegis ferðsla omaneftir. Talan er um eitt stutt strekki frá Birnugøtu til Undir Svartafoss.

Í tí sambandi eru neyðug skelti sett upp, sum vísa bilførarum, hvussu teir skulu koyra.

Men tey, sum arbeiða á vegnum hava ringt til løgregluna at gremja seg um, at bilførarar akta ikki skeltingina, men at tað eru nógvir bilførarar sum koyra, hóast skeltingin sigur, at tað skulu teir ikki.

Av tí sama føla tey, sum arbeiða upp á vegin, seg ikki trygg við støðuna og tískil ringdu tey til løgregluna.

Løgreglan sigur, at tey fóru á staðið og har gekk sjón fyri søgn, at tað vóru fleiri bilførarar, sum ikki aktaðu skeltingina.

Sambært býráðnum er tað eitt stutt strekki niðarliga á Sundsvegnum, arbeitt verður á og har ferðslan er einvegis - oman eftir

Men løgreglan sigur, at í gjár gjørdu tey av at vísa seg frá teirri lagaligu síðuni, so tey tóku ikki blokkin úr lummanum og góvu øllum hesum bilførarunum bót.

Ístaðin fyri tosaðu tey pent við bilførararnar og greiddu teimum frá støðuni og at tey settu arbeiðsfólki í vanda, tá ið teir koyrdu ímóti skeltingini.

Løgreglan sigur, at tey tosaðu við øgiliga nógvar bilførarar í hesum sambandi og so vóna tey, at tað hevur hjálpt.