SÍ vann eisini aðru finaluna

Bónuskappingina U16 dreingir: SÍ-ÍF 2-0 (23-18, 25-16)

Flogbóltssamband Føroya
23. februar 2024 kl. 22:32

U16 dreingirnir hjá SÍ tóku annað gullið til Sørvágs í kvøld, tá teir vunnu sannførandi 2-0 sigur ímóti ÍF

Hetta var onnur finalan í kvøld, har dreingjalið hjá ÍF og SÍ hittust. Í fyrru finaluni, sum var millum U19 liðini, vann SÍ 2-1. U16 finalan var ikki so spennandi, sum fyrra finalan var. Sørvágsdreingir vístu seg at vera ov stinnir fyri fuglfirðingar, sum ongantíð funnu leistin til at svara sannførandi SÍ liðnum aftur. 

Á Sí liðnum var tað serliga Lukas Poulsen, sum vísti framúr leik, og varð hann eisini valdur til besta leikara í dystinum.