SÍ vann fyrsta gullið

Bónuskappingin U19 dreingir SÍ - ÍF 2-1 (23-25, 28-26, 15-11)

Flogbóltssamband Føroya
23. februar 2024 kl. 21:37

U19 dreingirnir hjá SÍ vunnu fyrsta gullið í Bónuskappingini í flogbólti, sum eru hetta vikuskiftið.

SÍ vann 2-1 á ÍF

Talan var um sera spennandi dyst, har tað var neyðugt við javnbrótara, áðrenn Christiano Campos, venjari hjá SÍ, kundi fáa sítt fyrsta gullmerki í nýggja felagið sínum, SÍ.

Á U19 liðunum hjá bæði SÍ og ÍF eru fleiri av profilunum á bestu mannsliðunum í hesum feløgum, men at enda vóru tað Elias E. Petersen, hevari og hansara menn úr SÍ, sum vunnu. Elias gjørdist dagsins besti leikari, og var hann veruliga munurin á liðunum báðum.