Sigurd er nýggjur stjóri í IRF

Nú fyrrverandi stjórin í Landsverki er nú stjóri í IRF

Mynd: IRF
Jóannes Hansen
21. februar 2024 kl. 20:25

Tað gekk bara ein løta frá tí, at Sigurd Lamhauge tíðliga í dag boðaði frá, at hann hevði sagt upp sum stjóri í Landsverki, og til IRF boðaði frá, at Sigurd Lamhauge er nýggjur stjóri í IRF, sum allar kommunurnar í landinum uttan høvuðsstaðarkommunan eiga. IRF hevur skrivstovu á Hagaleiti í Leirvík.

IRF skrivar soleiðis:

Sigurd Lamhauge er settur sum stjóri í IRF. Sigurd er útbúgvin elektro-mekanikari, verkfrøðingur og er Master í Leiðslu.

Sigurd hevur starvast í nógvum ymiskum verkætlanum, sum ráðgevandi verkfrøðingur í Føroyum og uttanlands.

Síðstu gott fýra árini hevur Sigurd verið stjóri á Landsverki.

Á heimasíðu síni skrivar IRF soleiðis:

IRF er ein interkommunalur renovatiónsfelagsskapur, sum allar kommunur í Føroyum, við undantaki av Tórshavnar kommunu, eiga og reka í felag. Virksemið hjá IRF fevnir um øki hjá teim 28 limakommununum í felagnum.

Hjá IRF starvast umleið 100 fólk. Virksemið hjá IRF fevnir um:

• Innheintan av húsarhalds – og virkisburturkasti
• Endurvinningarhøll
• Móttøkuhøll
• Brennistøð
• Reinsitænastu
• Oljureinsiverk
• Handfaran av serliga dálkandi burturkasti
• Móttøku- og tyrvingarpláss í Trøllavík í Suðuroy
• Jarnendurnýtslu á Gjánoyri í Norðstreymoy
• Bilvrakpláss í Klaksvík, Sandoy og Suðuroy
• Bilverkstaður í Klaksvík

• Rottanga- og tyrvingarpláss úti í Nýggjheiðum í Kvívík (klárt síðst í 2022)