Sigurd Lamhauge fer frá sum stjóri á Landsverki

Hann hevur sitið í sessinum síðani 2019

Sigurd L. Lamhauge (Mynd: Álvur Haraldsen)
Fríðmundur Nattestad
21. februar 2024 kl. 13:00

Sigurd L. Lamhauge fer nú frá sum stjóri á Landsverki. Ein sessur hann hevur sitið í síðani 2019.

Starvsfólkini á Landsverki vóru kunnaði um hetta fyrrapartin í dag. Hetta veit Kringvarpið at siga.