Sirið fagnaði føroyska filminum

Endamálið við Geytanum er at heiðra, birta og stimbra føroyska filmslist

Almenna- og mentamálaráðið
12. februar 2024 kl. 10:47

Seinasta fríggjakvøldið 9. februar varð skipað fyri filmskvøldi í Norðurlandahúsinum, har filmsvinnan varð heiðrað, og besti stuttfilmurin funnin.

Tvær virðislønir vórðu handaðar. Vinnarin av Geytanum gjørdist stuttfilmurin SÆLA, sum Katrin Joensen-Næser leikstjórnaði. Vinnarin av Áskoðaravirðislønini 2024 gjørdist stuttfilmurin Død af Grin. Terji Mohr er leikstjóri. Tilukku við heiðrinum!

Eisini luttók Sirið Stenberg. landsstýriskvinna og bar hon í hesum sambandi fram røðu, ið til ber at lesa niðanfyri:

Leygardagur var besti dagur í viku. Tí hvønn leygardag, øll míni barnaár, sluppu vit børn í biograf. Jørgen Olsen hevði biograf í Vági, og gjøgnum alla vikuna var filmur fyri vaksin, og hvønn leygardag var so filmur vístur fyri okkum børnum. Onkuntíð var man so heppin eisini at sleppa við mitt í viku, saman við foreldrunum, tí tá var tað fyri vaksin. Tað er eitt fantastiskt barna- og ungdómsminni at eiga. Eitt var, at tey gjørdu heimsins bestu ísar, annað var sjálv filmsupplivingin. Stóri salurin, sum var so vakurt málaður, stóra løriftið, lillafarvaðu plyssstólarnir, filmsplakatirnar á veggunum, lukturin, atmosfæran, ljósstrálan frá linsuni, spenningurin og væntanin. Eg minnist enn telefonnummarið á biografinum. Tí man mátti ringja at bestilla sær billett. Og eg minnist, hvussu vit runnu oman at vita, hvør plakat var sligin upp til komandi film.

Vit eru í 70unum og inn í 80ini. Áðrenn sjónvarp, teldur, fartelefonir o.a. Filmur var okkara fyrsta mynd og fyrsta søga, sum ikki var lisin ella fortald, men víst á lørifti. Vit sótu pinnastill og gánaðu, meðan ein markleysur heimur lat seg upp fyri okkum. Ein heimur, har hugflogið hevði frítt at sveima og reika, og sum skapti minnir. Vit sóu onnur lond, hav og rúmd, øðrvísi fólk, hoyrdu nýggjan tónleik, hoyrdu fremmand tungumál og so mangt mangt annað, at barnasinnið var á tremur við upplivingum og fann útav, at uttan fyri havsbrúnna lá ein stórur heimur uttan fyri trygga heimið og heimstaðin. Ein heimur, sum vit vildu síggja, sansa og uppliva.

Tað var ikki í okkara tonkum tá, at vit seinni komu at uppliva føroyskan film. So langt rakk hugflogið ikki. Og hygg so, hvar vit eru í dag!

Eg kenni meg drigna innaftur í filmsheimin í kvøld og gleði meg av fullum hjarta at uppliva kvøldið saman við tykkum øllum. Vit hava so nógv góð og kompetent fólk, sum gera film á sera høgum støði. Tað talar fyri seg, tá ið vit uppliva, at tit vinna alskyns prísir úti í heimi, og vit fegnast saman við tykkum og eru errin av tykkum. Tit eru fantastisk. Tit traðka nýggjar slóðir fyri bæði filmslist og filmsvinnu.

Tað er hent nógv seinnu árini. Føroyar sum filmsland tekur av álvara skap. Filmsstuðulin, Filmshúsið og afturberingarskipanin stuðla upp undir hetta, og tað er ikki drívmegi, áræði ella virkisfýsni, sum trýtur hjá tykkum sum gera film, men heldur at tað gongur í seinna lagið at vaksa um játtanirnar til økið, sum avmarkar, hvat er møguligt. Tó so gongur rættan veg á hvørji fíggjarlóg, og tað er gott.

Í kvøld fara vit at bera bæði filmsframleiðarum og filmsumhvørvinum væl uppiborna heiðurskvøðu. Spennandi verður, hvør vinnur Geytan og áskoðaravirðislønina. Og spennandi verður at síggja film, at hoyra umrøðu um filmin og at vera saman við filmsáhugaðum.

Endamálið við Geytanum er at heiðra, birta og stimbra føroyska filmslist. Filmur er serstøk listagrein, sum krevur nógv samstarv. Tað er sum við tóleikinum, at allir lutir mugu samvirka fyri, at nótarnir blíva til musikk. Tí eru filmsfólk eisini nakað serligt og mugu hava serligar eginleikar og gávur aftrat teimum fakligu. Fakliga og listarliga krevur filmurin nógvar førleikar. Teir hava tit, og teir leggjast til, umframt at teir áhaldandi kveikja onnur.

Tað fara vit nú at brúka kvøldið uppá at njóta.

Eg ynski okkum øllum eitt gott og minnisríkt kvøld við orðunum “Lívið er ikki tær løtur vit liva, men tær løtur vit minnast”.

Gott filmskvøld!