

Frá vinstru eru tað Ragnhildur Alda María Vilhjálmsdóttir, býráðslimur í Reykjavík, Lone Rosengreen Pedersen, býráðslimur í Nuuk, Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri í Tórshavnar kommunu, Avaaraq Olsen, borgarstjóri í Nuuk, Heiða Björg Hilmisdóttir, býráðslimur í Reykjavík, Justus Hansen, 1. varaborgarstjóri í Nuuk, Súna Mørk, býráðslimur í Tórshavnar býráð og Alexandra Briem, býráðslimur í Nuuk
Á fundi, sum hevur verið í Nuuk í Grønlandi, hevur grunnurin Nuuk-Reykjavík-Tórshavn býtt stuðul út til sjey umsóknir frá føroyskum umsøkjarum.
Tilsamans letur grunnurin á hvørjum ári 600.000 krónur í stuðuli, ella 200.000 krónur frá hvørjari limakommunu. Stuðulin fer til verkætlanir og tiltøk á mentanarliga økinum, og innan ítrótt og undirvísing.
Endamálið hjá grunninum er at styrkja samstarvið ímillum politikarar og fólki í teimum trimum høvuðsstøðunum, Tórshavn, Nuuk og Reykjavík.
Tær sjey umsóknirnar úr Føroyum, sum fingu stuðul úr grunninum, fingu úr 15.000 upp í 40.000 krónur í stuðuli í part.
Størsta stuðulin fingu verkætlanin Heilsufótbóltur á Argjum og ein 8. flokkur í Eysturskúlanum, ið fingu 40.000 krónur í part.
Kvinnurnar, ið spæla heilsufótbólt á Argjum, skulu brúka stuðulin til eina ferð til Reykjavíkar at spæla fótbólt móti øðrum liðum, ið spæla heilsufótbólt. Og 8. flokkurin í Eysturskúlanum skal somuleiðis brúka stuðulin til eina ferð til Íslands.
Hini, ið fingu stuðul vóru:
Bramo “Music for Peace, Human Rights and Democracy” við Rógva á Rógvu
Havnar Bridgefelag til at vera við á Reykjavík Bridgefestival og Tórshavn Bridgefestival
Havnar Svimjifelag til at vera við í Reykjavík International Games
Ítróttarfelagið Hvirlan til at vera við í IR Stórmót í Reykjavík
Felagsskapurin, Glaðari tú, sum skal brúka stuðul til at fíggja eina ferð til ein felagsskap av sjósvimjarum í Nuuk.
Næsti fundur í grunninum Nuuk-Reykjavík-Tórshavn verður í Tórshavnar í mai í 2024.