Sjey lond kunnu enn nokta Finnlandi og Svøríki limaskap í Nato

Enn eru tað sjey lond, ið kunnu nokta Finnlandi og Svøríki limaskap í Nato við at nýta sýtingarrættin

Jens Stoltenberg við finska og svenska uttanríkirsáðharrunum (Mynd: EPA-EFE)
Sigurjón Einarsson
10. august 2022 kl. 16:40

Finnland og Svøríki koma alsamt tættari limaskapi í Nato. So seint sum í síðstu viku góðkendi USA umsóknina hjá báðum Norðurlondunum um limaskap í Norðuratlantisku verjusamgonguni, Nato, men tað eru enn sjey lond, ið kunnu nokta Finnlandi og Svøríki limaskap.

Forsetin í USA, Joe Biden, undirskrivaði og váttaði fyri umsóknirnar í gjár vegna USA. Hann sigur, at verjusamgongan verður sterkari, tá Finnland og Svøríki eru komin við.

– Finnland og Svøríki eru tvey máttmikil lond í norðri, sum høvdu verið við til at tryggja frið og handfara ófrið í Evropa, segði Joe Biden sambært Reuters.

Tað eru nú 23 Nato-limalond út av 30, ið hava undirskrivað og váttað umsóknina frá Finnlandi og Svøríki, sum ger tað, at londini bæði kunnu gerast limir í Nato áðrenn langt umlíður, men tað eru enn sjey limalond, ið enn ikki hava skrivað undir – og sum enn kunnu leggja ein meinboga í vegin fyri einum limaskapi hjá Svøríki og Finnlandi.  

Tey sjey limalondini eru:

  • Turkaland

  • Ungarn

  • Kekkia

  • Slovakia

  • Grikkaland

  • Spania

  • Portugal

Erdogan kann enn forða fyri limaskapi
So seint sum í juni í ár tók turkiski forsetin, Recep Erdogan, mótstøðuna til limaskapin aftur, eftir ein toppfund í Madrid, tá skjal varð undirskrivað millum Turkaland, Svøríki og Finnland, har serlig atlit skuldu vera tikin fyri turkiska ivanum.

Turkaland, sum var ímóti, var tað serliga viðvíkjandi svenskum limaskapi, tí sviar, sambært turkiska forsetanum, vóru ov eftirgevandi móti kurdiska arbeiðaraflokkinum, PKK, sum stendur á yvirgangslistanum hjá bæði Turkalandi og hjá ES.

Tí kravdi Erdogan, at sviar góvu seg, áðrenn hann kundi góðtaka ynskið um limaskap. Men heilt har til kom tað ikki, og skjal bleiv undirskrivað millum partarnar.

Men nú spøkja krøv frá Turkalandi aftur. Millum annað krevur Turkaland, at nøkur andstøðufólk verða útflýggjað, tí turkiska stjórnin metir tey at vera yvirgangsfólk. Serfrøðingar meta, at tað verður sannlíkt, at turkiska stjórnin verður millum tey síðstu londini, ið ganga ynskinum hjá Svøríki og Finnlandi á møti.

Ungarn fylgir Turkalandi
Stjórnin í Ungarn hevur heldur ikki verið ovurfegin um ætlaða limaskapin hjá báðum Norðanlondunum. Forsætisráðharrin, Victor Orban, hevur sagt, at hann fer at fylgja við, hvat Turkaland ger. Tí verður roknað við, at hann verður tann síðsti, ið fer at undirskrivað avtaluna um limaskap.

Serfrøðingar meta, at øll hini fimm londini fara at skriva undir.