Sjey tilburðir í gjár

Í tveimum førum er smittukeldan ikki kend

Sigurjón Einarsson
21. september 2021 kl. 12:41

Í gjár vóru sjey nýggir tilburðir staðfestir. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Í fýra førum er smittukeldan kend, í tveimum førum er smittukeldan ikki kend og eitt fólk er staðfest við koronusmittu fimm dagar eftir komu til Føroyar.

1215 kanningar vórðu gjørdar seinasta døgnið, skrivar corona.fo

Í løtuni eru 43 smittað í Føroyum. Og 155 fólk sita í sóttarhaldi.

188 koppsett í gjár

Í gjár vórðu 188 fólk koppsett. 88 fólk fingu fyrra prikið og 100 fólk fingu tað seinna.

Nú hava 37.658 fólk fingið fyrru koppsetingina, meðan 35.746 fólk hava fingið seinnu koppsetingina.

Tilsamans 73.404 koronukoppsetingar eru nú gjørdar í Føroyum.

Kelda: corona.fo