Sjósavnið vil hava hemara í summar

Sjóvinnublaðið: Sjósavnið í Havn hevur nú 15 ár á baki, men talan er framvegis um eina royndarverkætlan, ið skal slóða fyri einum røttum sjósavni, hvørs høvuðsattraktión verður ein hemari í einum rundum 700 tons kari. Arbeitt verður framhaldandi við verkætlanini, og nú í summar vónar Sjósavnið at fáa ein hemara í stóra royndarkarið, ið stendur uttanfyri

Steinar Patursson
23. juni 2022 kl. 08:51

Í gamla íshúsinum á Argjum hevur Sjósavnið húsast seinastu 15 árini, síðan tað varð sett á stovn á 2007.

Sjósavnið er á tremur við akvarium, ið hava nógv av tí, ið livir undir vatnskorpuni í sjónum í Føroyum, og av somu orsøk er Sjósavnið í Føroyum eitt sindur øðrvísi enn tey sjósøvn ella akvarium, ið vit ofta vitja, tá vit eru uttan fyri landoddarnar.

- Tey stóru sjósøvnini, sum tú finnur aðrastaðni í heiminum, keypa ofta eina pakkaloysn úr Japan við nógvum eksotiskum fiskum og djórum úr sjónum. Ætlanin hjá okkum er hinvegin at vísa, hvat vit hava í sjónum rundan um okkum - tað, sum vit hava í Føroyum, sigur David Geyti, sum er sonur Bjørka Geyti, ið er ein av stigtakarunum handan Sjósavnið.

Og tað er ikki uttan orsøk, at Sjósavnið hugsavnar seg um tað, ið livir um okkara leiðir, heldur enn eksotiskan fisk úr fjarskotnum sjógvi.

- Tað verður ofta sagt, at vit varnast ikki, hvussu vøkur okkara náttúra er, tí vit eru í henni allatíð. Tað er eitt sindur tað sama við tí, sum er í sjónum, tí vit geva okkum sjáldan far um, hvat tað er, sum livir her.

Sjósavnið lokkar eisini rættiliga nógv vitjandi til, tí hvørt ár eru um 10.000 vitjandi á Sjósavninum, og av teimum verður mett, at umleið 2000 eru frá barnagørðum og skúlum.

Frá 280 til 2000 fermetrar
Sjósavnið hevur síðan á fyrstu tíð húsast í íshúsinum á Argjum, men Íshúsið í verandi líki hevur altíð verið ein fyribilsloysn, tí Sjósavnið er í grundini ein royndarverkætlan, sum hevur til endamáls at vísa, at tað faktiskt ber til at hava eitt rætt sjósavn í Føroyum. Í fleiri ár hevur Íshúsið eisini verið ov lítið, og arbeitt verður tí fram móti at byggja eitt nýtt og stórt sjósavn júst har, sum Íshúsið er.

Og tað eru ikki hissini ætlanir. Ætlanirnar eru at byggja eitt nýtt sjósavn á 2000 fermetrar, sum má sigast at vera ein uppstigan av teimum 280 fermetrunum, sum Íshúsið hevur at bjóða uppá.

Og hóast ætlaða sjósavnið skal byggjast har, sum Íshúsið stendur í dag, verður tað ikki so, at Íshúsið verður skrætt burtur alt sum tað er.

- Hetta er ein søguligur bygningur, og argjafólk eru sjálvandi nokk so eym um hann, so ætlanin er at varðveita tann gamla partin í bygninginum sum partur av tí nýggja, sigur David Geyti.

Tað er heldur ikki løgið, at nýggi bygningurin skal vera 2000 fermetrar til støddar, tí í miðjuni í bygninginum skal høvuðsattraktiónin vera eitt stórt runt kar við 700 tonsum av sjógvi.

Fyrstir at hava hemara í fangilsi
Fyri einum ári síðani gjørdist greitt, at Sjósavnið hevði í hyggjuni at byggja eitt stórt kar, ið eftir ætlan skuldi húsa einum hemara.

Ætlanirnar vórðu móttiknar við blandaðum kenslum av fólkinum, ið øllum førum um viðmerkingarnar á Facebook tráðnum til uppslagið hjá Tórshavnar kommunu eru álítandi mátistokkur. 

Tað vóru fleiri, ið fýltust á, at hemari skuldi haldast í fangilsi, og at hemarin skuldi vera til “stuttleika” hjá teimum, ið fóru á vitjan á Sjósavninum.

Men tað er ein misskiljing, um hildið verður, at hemarin skal vera til stuttleika hjá gestunum á Sjósavninum, ella um hildið verður, at hemarin skal mistrívast í fangilsi, sigur David Geyti.

Endamálið við hemarakarinum er fyrst og fremst partur av royndarverkætlanini og skal fáa greiðu á, hvussu hemari trívist í fangilsi, tí eingin hevur havt hemara í fangilsi fyrr.

Djóravælferð er eisini galdandi fyri fisk
Bjørki Geyti, sum er pápi David Geyti og stjóri á Sjósavninum, segði eisini við Dimmalætting í mei í fjør, at um tekin eru um, at hemarin mistrívist, so verður hann koyrdur á sjógv aftur.

Harumframt er heldur ikki ætlanin, at sami hemari skal brúka alt sítt lív á Sjósavninum, tí eins og við øllum hinum djórunum á Sjósavninum, skulu hemararnir á Sjósavninum skiftast út við jøvnum millumbilum.

Hemarakarið, ið Sjósavnið hevur latið byggja uttanfyri, er altso at rokna sum eitt royndarkar, ið skal geva neyðuga vitan um karskap, streym og annað, áðrenn eitt “ordiligt” kar verður bygt. Men hóast royndarkarið hevur staðið liðugt síðan í fjør, er kortini ikki eydnast at fáa ein hemara í tað enn.

- Orsøkin er, at teir hemararnir, ið vit hava fingið, hava verið alt ov stórir. Vit kundu fáa fatur á einum hemara í fjør, men tað var ein hon, ið vigaði upp móti 400 pundum, og tað er alt ov nógv, sigur Bjørki Geyti.

David Geyti vísir samstundis á, at støddarlutfallið millum ein hemara og stóra hemarakarið er nakað tað sama sum lutfallið millum ein tosk og tey “toskakørini”, ið Sjósavnið hevur standandi uttanfyri. 

Hildið verður tó, at nógvur lítil hemari er í sjónum kring Føroyar nú síðst í juni mánaði, og tá er ætlanin aftur at gera eina roynd at finna ein hóskandi hemara.

Nýhugsað kar í øðrvísi sniði
Hóast høvuðsattraktiónin í stóra karinum (eftir ætlan) verður ein hemari, so verður hann kortini ikki einsamallur. Umframt hemaran er eisini ætlanin, at alskyns fiskar, millum annað skøtur, skulu trívast í karinum.

Karið skal eisini hava eitt heilt serligt snið, samanborið við onnur líknandi kør, og hetta er eisini tað, ið royndarkarið uttanfyri skal royna - og tað er runt.

- Tað eru stórir fyrimunir við einum rundum kari, millum annað tað, at tað er lætt at fáa góðan streym í karið, sigur David Geyti og vísir á báðar smáu propellurnar í karinum.

- Tær síggja ikki út av nógvum, men av tí at karið er runt, so fáa vit heilt góðan streym í karinum við lítlari orku, og vit síggja, at fiskurin trívist væl í streyminum.

Harumframt væntar David Geyti eisini, at runda sniðið gevur fiskinum eina meira natúrliga kenslu av at svimja, tí eingir kantar eru at svimja til, og fiskurin kann tí - so at siga - svimja óendaliga langt.

At enda skal runda karið eisini geva teimum vitjandi eina heilt serliga kenslu av hyggja inn í tað. Í royndarkarinum - sum er samansett av bingjum - er í einari bingju ein stórur rútur, men ætlanin er, at endaliga karið skal verða samansett av 20 líknandi rútum, har tann vitjandi kann standa í friði og náðum og njóta tað, sum er í karinum.

- Tað verður eisini opið frá karinum upp í loft, líka sum royndarkarið, og eg kann siga tær, at tað er heilt fantastiskt at síggja ljósið spæla í vatninum, sigur David Geyti.

Upplýsing eins nógv og undirhald
Eins og vanliga er við djóragørðum um okkara leiðir hevur Sjósavnið eins nógv til endamáls at upplýsa og tað hevur at undirhalda, og hetta er eisini hugsað inn í ætlanirnar við nýggja savninum.

Aftrat øllum kørunum verður eisini undirvísingarhøli og “skurðstova”, har skúlabørn og onnur hava umstøður at kryvja og kanna fisk, soleiðis at tey fáa eina betri fatan av, hvat fiskur og annað úr sjónum er fyri nakað, og hvussu tað sær út innvortis.

Eisini hevur Sjósavnið fingið latið  eina av størstu – um ikki ta størstu – fuglasamling í Føroyum, sum sjálvandi eisini skal fáa pláss í nýggju hølunum.

At enda verður eisini arbeitt við ætlanum at fáa tillagað umstøðurnar soleiðis, at Sjósavnið um kvøldarnar kann virka sum matstova, har gestirnir sita í stóru hølunum rundan um runda karið og eta.

David Geyti veit ikki at siga, nær ætlanin er at nýggja savnið skal standa liðugt, ella nær fígging er fingin til vega, men eins og higartil verður stútt arbeitt fram á leið.