Sjúrður á Fólkatingi: Hvussu leingi kann staturin venda byrsumúlan móti einum?

Sjúrður Skaale heldur, at tað má vera mark fyri, hvussu leingi staturin kann vera eftir fólki, áðrenn dómur fellur. Eitt mark fyri bíðitíð. - Tað er brot á prinsippini, sum eitt rættarsamfelag eigur at byggja á, vísti Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, á á Fólkatingi í dag

Sjúrður vendi byrsumúlanum eftir danska forsætisráðharranum undir spurnartímanum á Fólkatingi í dag
Sigurjón Einarsson
7. februar 2023 kl. 16:15

Spurnartími við danska forsætisráðharran var á Fólkatingi í dag. Har vildi Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin, hava at vita, hvussu leingi staturin kann vera eftir fólk, áðrenn dómur fellur.

Hann vísti á, at fleiri fólk úr gamla Eik-banka, sum hava havt eina sak hangandi yvir sær í tíggju ár, eru nú fríkend.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at staturin hevur verið so leingi eftir fólki, fyri síðan at fríkenna tey.

- Tað líkist ongum. Teirra vinnuligu møguleikar verða skerdir so nógv, at tey illa fáa virka, og tey fáa ein sosialan dóm. Og so verða tey fríkend, vísti Sjúrður Skaale á.

Fólkatingsumboðið fyri Javnaðarflokkin helt, at tey fólkini í veruleikanum longu eru dømd - av órøttum. Hetta ávirkar ikki bara tey, sum eru ákærd, men eisini tey, ið eru offur.

- Fyri trimum árum síðan traðkaði ein kvinna fram í miðlunum, sum hevði verið fyri ógvusligum harðskapi. Hon greiddi mannagongdini frá tí hon meldaði, til rættarmálið kom á skrá. Tvey ár skuldi hon bíða. Ein drúgv tíð við ótta, stúranum og óvissu. Ótta fyri at møta tí ákærda, og stúranum fyri at ikki verða vard hesi árini, greiddi Sjúrður frá.

- Hetta eigur ikki at koma fyri. Tað er brot á prinsippini, sum eitt rættarsamfelag eigur at byggja á. Tað má vera mark fyri, hvussu leingi staturin kann vera eftir fólki, áðrenn dómur fellur. Eitt mark fyri bíðitíð, helt hann.

Forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, vísti á - í hennara svari, at tað ikki ber til at seta eitt ávíst dato á, hvussu leingi staturin kann vera eftir fólki, men eitt rættarsamfelag eigur at stremba eftir at hava eina so stutta viðgerðartíð sum gjørligt.

Sí brot frá spurnartímanum her: