Sjúrður Skaale tekur frástøðu frá SU

Ungmannafelagið og fólkatingsmaðurin hjá Javnaðarflokkinum eru dundrandi ósamd um NATO

Jonhard Hammer
20. januar 2023 kl. 08:04

Ungmannafelag Javnaðarfloksins, SU, hevur boðað frá, at felagið tekur frástøðu frá NATO, sum tey siga er ein leivd av kalda krígnum sum ”hevur til endamáls at varðveita evropiska harðræði”.

Eisini siga tey, at orðalagið um "at vera partur av vesturheiminum" vísir ein illviljaðan hugburð ímóti øðrum og sipar til eina "vit ímóti tykkum" heimsfatan.

Í stóra orðaskisftinum á fólkatingi í gjár spurdi runavíkingurin Sólbjørg Jakobsen, sum umboðar Liberal Alliance, Sjúrð Skaale, hvat hann segði til hesa støðu hjá ungmannafelagnum í hansara egna flokki. Sjúrður Skaale tók greiða frástøðu frá SU.

Av svarinum gekk eisini fram, at Sjúrður als ikki heldur, at SU stendur á javnaðargrund í hesum spurningi. Hann vísti á, at allir javnaðarflokkar í øllum Europa taka 100% undir við NATO, og minti eisini á, at svenski javnaðarflokkurin hevur staðið á odda í málinum um at melda Svøríki inn í NATO, eins og finski javnaðarflokkurin hevur staðið á odda í málinum um at melda Finnland inn í NATO.

Lars Løkke Rasmussen var skjótur at rósa røðuni hjá Sjúrða Skaale á Twitter. Sjúrður byrjaði røðuna við at greiða frá eini løtu hann og Løkke høvdu saman á Ólavsøku fyri nøkrum árum síðani.