Sjúrður Skaale undirheldur í Reinsarínum

Ein eyka sýning er júst kunngjørd, sum verður fríggjakvøldið

Sjúrður Skaale í Reinsarínum (Mynd: Gwenael A.H. Carre)
Fríðmundur Nattestad
21. februar 2024 kl. 17:00

"Sig okkurt skek" er heitið á stand up sýning, sum Sjúrður Skaale framførir í Reinsarínum í Havn nú um dagarnar.

Fyriskipararnir lýsa tiltakið soleiðis:

- Í februar verður aftur stand up á Reinsarínum. Hesaferð verður Sjúrður Skaale einsamallur á pallinum. Tað verða also IKKI Kári Cool, Símin Tindfjall, Esmar Eysturoy, Haraldur, gjeikarin Kjartan ella nakar av teimum. Tað verður bara Sjúrður, sum fer at siga merkiligar, pínligar, hugvekjandi og intimar søgur úr sínum lívi. Søgur, sum bara hava tað til felags, at tær eru stuttligar og sannar (ið hvussu er næstan sannar). Onkra hevur hann fortalt fyrr við okkurt høvi – tær flestu ongantíð.

Ein eyka sýning er júst kunngjørd, sum verður fríggjakvøldið klokkan 19. Atgongumerki kunnu keypast her.

Gwenael A.H. Carre tók myndirnar niðanfyri til fyrsta tiltakið.