Skal svara fýra spurningum um Føroyar, Russland og ES

Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri, skal nú greiða frá, hvat hann meinar við

Áki Bertholdsen
17. mai 2023 kl. 15:15

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, hevur í dag sett danska uttanríkisráðharranum, Lars Løkke Rasmussen, fýra spurningar, ið allir eru um betri føroyska atgongd til ES marknaðin. 

Spurningarnir verða settir í samband við útsagnirnar hjá danska uttanríkisráðharranum, tá hann vitjaði í Føroyum fyri góðum mánaða síðani.
Tá ið danski uttanríkisráðharrin var í Føroyum, segði hann, eitt sindur innballað, at fiskiveiðiavtalan við Russland kann vera ein forðing fyri at Føroyar fáa betri handilssamband við ES og Bretland. Men hann segði eisini, at danska stjórnin vil fegin vil hjálpa Føroyum at fáa betri atgongd til marknaðin í ES.

Tí vil Sjúrður Skaale nú hava hann at greiða frá, hvussu danska stjórnin ætlar at hjálpa Føroyum at fáa betri treytir á ESmarknaðin.

Lars Løkke Rasmussen vil eisini hava uttanríkisráðharran at greiða frá, hvat hann byggir tað á, at tá ið hann samantvinnar fiskiveiðiavtaluna við Russland og betri atgongd hjá Føroyum til marknaðin í ES og Bretlandi. 

Sjúrður Skaale vil eisini hava at vita frá Lars Løkke Rasmussen um hann heldur, at føroyska fiskiveiðisamstarvið við Russland øll hesi árini, hevur verið forðingin fyri eini betri føroyskari avtalu við ES.

Sjúrður Skaale spyr eisini Lars Løkke um hann heldur at tað er rættvíst, at eitt land sum Kanada, hevur betri handilssamband við ES enn Føroyar hava.