Skal verða lættari at skipa fyri tiltøkum har gleðin er tað týdningarmesta

Ein grunnur er settur á stovn, sum feløg kring landið kunnu søkja um pening úr

Myndin er frá Skúlaleikum
Áki Bertholdssen
6. mai 2024 kl. 11:10

Sum vit skrivaðu í áðni hevur ítróttarsamband Føroya, ÍSF, havt aðalfund. á fundinum varð samtykt at seta tiltøk í verk fyri at stuðla ítrótti fyri fjøldina, har kapping ikki er tað týdningarmiklasta.

ÍSF sigur í tíðindaskrivi, at endamálið er at gera tað lættari hjá feløgum og sambondum kring at skipa fyri tiltøkum, sum ikki snúgva seg um kapping á høgum stigi, men sum hava felagsskap og ítróttargleði í miðdeplinum. 

ÍSF sigur, at 500.000 krónur verða settar av til breiddarpuljuna, sum tey kalla tað, og tey, sum skipa fyri tiltøkum, kunnu so søkja um stuðul úr henni til endamálið.

Er tað eitt einstakt felag, ella samband, sum skipar fyri einum tiltaki, verður stuðulin, í mesta lagi, 30.000 krónur, men eru fleiri saman um tiltakið, kann stuðulin verða 50.000 krónur.