Skilið var heilt gott

Men ein bilførari fekk átalu og ein fekk bæði bót og klipp

Áki Bertholdsen
21. mars 2024 kl. 08:30

Í gjáramorgunin var løgreglan á Oyrarbakka og kannaði ferðsluna um tað mundi, skúlin og dagstovnurin lótu upp.

Í hesum føri vóru heilt nógvir bilar, sum koyrdu børn í skúla, ella í barnaansing, steðgaðir. Endamálið var fyrst og fremst at kanna um bilførararnir høvdu tryggjað sær, at børnini brúkta ta trygdarútgerð, sum tey skulu brúka eftir lógini, bæði seðla og barnastól.

Løgreglan sigur, at sum heild var skilið heilt gott. Ein bilførari fekk kortini eina átalu. Hann hevði syrgt fyri, at barnið sat í seðla. Men barnið sat við skúlatasku á rygginum og tað er ikki rætti mátin, tí so hevur barnið onga nakkastúttu, skuldi eitt óhapp hent, og tað kann elva til álvarsligan skaða.

Harumframt fekk ein bilførari bæði bót og klipp í koyrikortið tí hann hevði eitt barn í bilinum, uttan at tað sat í trygdarbelti.