Skinkur í Norðasta Haga í Sandoynni – Flokksmannadagur 02. juli

Johan Mortensen og Jogvan Høj hava í fleiri ár turkað skinkur og ostar norðanfyri og eru teir nú kønir í mannagongdini

Johan Mortensen
2. juli 2022 kl. 11:00

Sandoyggin, og kanska einahelst Skálavík, er kend fyri at hava gott og sera vælsmakkandi skerpikjøt, tí har eru sera góðir turkingarmøgulleikar.

Dalsgarður er gamalt festi, hann er longu nevndur í Jarðarbókinii 1584, men er hann nógv eldri. Navnframir menn sum synirnir hja Harra Klæminti og eisini ungu Jógvans-synir eru millum teirra, sum hava havt festið. Í dag er Torkil Dalsgaard tann 15. bóndin á garðinum.

Torkil og Johan blivu samdir um at fara undir eina verkætlan við skinkum í Norðasta Haga. Í februar í fjør vóru 50 skinkur latnar í hjallin i Norðasta Haga. Kuldin og kavin eru góðir fyri skinkuna, tá turkingin byrjar, og tað var frost og sera kalt bæði í februar og marts mánaða.

Komandi leygardag verður sera vælumtókti Floksmannadagurin aftur, og tá verður høvið fyri fyrstu ferð alment at royna Dalsgarð-skinkuna og er tað Gutti Winther sum skipar fyri – saman við skinkuni verður eini Múlaostur, sum er 2 ára gamal, royndur.

Tað er vónin, at Føroyar og ES fáa eina nýggja handilsavtalu. Núverandi 30 ára gamla avtalan er ónýtilig. Millum annað kann ongin landbúnaðarframleiðsla úr Føroyum útflytast til ES ella til Danmarkar heldur, hóast Ríkisfelagsskapin!

Varð møgulligt at útflyta skinkur úr Føroyum høvdu nógvar túsund skinkur verið turkaðar í Føroyum, tí okkara góðska og smakkur er framúr góður.