Skottilburður í Fields: Fleiri deyð og fleiri særd

Løgreglan hevur beint nú váttað, at fleiri fólk hava latið lív í samband við skottilburðin í Keypmannahavn seint seinnapartin

Fleiri fólk hava latið lív og fleiri eru særd, sigur løgreglan, sum í fyrsta umfari ikki vil kalla tað yvirgang, men sum heldur ikki vil avvísa yvirgang (Mynd: EPA-EFE)
Sveinur Tróndarson
3. juli 2022 kl. 19:48

Tað er ein 22 ára gamal dani, sum varð handtikin fyri skottilburðin í Fields í dag.

Tað váttaði løgreglan á tíðindafundinum, sum varð hildin á politigarðinum í Keypmannahavn í kvøld.

Søren Thomassen, leiðandi politiinspektørur, váttaði eisini, at fleiri fólk eru dripin og eisini, at fleiri fólk eru særd í samband við hendingina.

Tað var beint áðrenn klokkan hálvgum seks seinnapartin, at løgreglan fekk fráboðan um, at onkur hevði skotið í Fields, sum er størsta handilsmiðstøð í Danmark. Talan var eftir øllum at døma um ein einstakan mann, sum varð handtikin í handilsmiðstøðini stutt eftir

Løgreglan sendi eitt stórt lið av alvápnaðum politistum til Fields, samstundis sum tað komu sjúkrabilar og sløkkiliðsbilar í hópatali til staðið. Løtu seinni var maðurin handtikin, visti leiðandi politiinspektørurin at siga frá.

Hetta eru fyrstu fráboðanirnar frá løgregluni, og Søren Thomassen segði, at løgreglan í fyrsta umfari arbeiðir út frá tí teori, at tað var ein einsamallur maður, sum framdi ógerðina. Hann segði eisini, at løgreglan í løtuni ikki heldur at talan er um yvirgang, men at mann heldur ikki vil avvísa at talan er um yvirgang.

- Tað, sum vit kunnu siga er, at tað eru fleiri fólk dripin og tað eru fleiri fólk særd. Tað nyttar einki at spyrja um motiv, tí so langt eru vit slett ikki komin við arbeiðinum enn. Arbeiðið hevur í fyrsta umfari gingið út uppá at tryggja økið og fólkini, sum eru har, og nú arbeiða vit víðari, segði Søren Thomassen.