Skrapt 2024 verður 18. til 20. oktober

Hetta er annað árið á rað, at festivalurin í Havn verður hildin

Mynd: skrapt.fo
Fríðmundur Nattestad
16. februar 2024 kl. 18:00

Skrapt er nýggjur tónleikafestivalur, sum er hildin í miðbýnum í Havn. Fyrsta útgávan av festivalinum varð hildin í fjør.

Fyriskipararnir handan Skrapt boða í dag frá, at onnur útgávan av festivalinum verður hildin 18. - 20. oktober í ár.

Sagt verður eisini, at avdúkingar fara at byrja í næstum.

Til ber at fylgja við á skrapt.fo, og á Facebook og Instagram vangunum hjá festivalinum.