Skrivikapping á mentanarvikuni í Runavík

Aftur í ár verður skipað fyri stórari skrivikapping í sambandi við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu, sum verður frá 23. - 30. april. Hesaferð verður kappingin at skriva eina yrking, og vinnararnir verða kunngjørdir í mentanarvikuni, sunnukvøldið 23. apríl

Ragnar Sjúrðarson
31. januar 2023 kl. 17:25

Evnið í skrivikappingini er púra frítt, og latnar verða fyrsta og onnur virðisløn, umframt møgulig serstøk virðisløn til ungt fólk, ið vísir serliga góð evnir. Vinnandi rithøvundarnir fáa ávíkavist 8.000kr og 6.000kr fyri 1. og 2. virðisløn, og serstøka virðislønin til ungt fólk er 6.000 kr

Fyri at luttaka skulu yrkingar, sum eru í mesta lagi 1.000 orð, latast inn umvegis teldupost til Bókasavnið við Løkin á lokin@lokin.fo áðrenn 24. mars kl. 18. Umráðandi er at senda føðidato við í teldupostinum.

Dómsnevndin tilskilar sær rætt til at avgera, um virðislønir verða latnar.

Fyri at kveikja áhuga og leggja lag á skrivingina, verða tvey tiltøk fyriskipað:

Fríggjakvøldið 10. februar kl. 19 verður kveikingardagur á Bókasavninum við Løkin, har Trygvi Danielsen og Lív Maria Róadóttir Jæger koma at lesa upp og hava eitt prát. Kveikingardagurin er púra óbindandi, og er hugsað sum ein hugnaløta við práti, góðum ráðum, upplestri og einum kaffimunni. 

Síðani vera tvey skriviskeið við Trygva Danielsen á Bókasavninum við Løkin. Fyrra skeiðið er leygardagin 4. mars kl. 14-17 og seinna skeiðið er 10. mars kl. 14-17. Luttøka á skriviskeiðunum er ókeypis, men neyðugt er við tilmelding, umvegis lokin@lokin.fo

Fyriskipararnir ynskja við afturvendandi skrivikappingini at kveikja áhugan fyri føroyska málinum og fyri skriving yvirhøvur í Føroyum.

Øll eru vælkomin at luttaka í kappingini, og luttøkan, kveikingardagurin og skriviskeiðini eru ókeypis.

Nærri kunning á:

facebook/MentanarvikanRunavik

www.visitrunavik.fo

www.lokin.fo