Skúlabørn í Olomouc: Vit vilja hava mál!

Tey nógvu skúlabørnini í kekkiska býnum Olomouc, ið vóru komin til landsdyst í kvøld millum Kekkia og Føroyar, fingu í posa og sekk, tí tey sóu eitt vælupplagt kekkiskt lið skora fleiri mál, og so fekk lokala hetjan eisini eitt reint hattrikk í sínum fyrsta altjóða dysti fyri Kekkia

Landsdysturin millum Kekkia og Føroyar varð leiktur á sermerkta leikvøllinum hjá Sigma Olomouc, Andrev Stadium
Sigurjón Einarsson, Olomouc
16. november 2022 kl. 19:34

Kekkia 5 – Føroyar 0.

Dysturin í kvøld minti um ein U21-landsdyst í Klaksvík herfyri. Skúlabørnini í Olomouc, har dysturin bleiv leiktur, høvdu fingið tíðliga frí í dag, so tey kundu koma tíðliga á leikvøllin hjá Sigma Olomouc, og skapa góðar karmar til landsdystin í kvøld.

Og lat tað vera sagt beinavegin. Skúlabørnini fóru ikki skuffaði heim.

Føroyingar komu í øðiligt trýst frá fyrsta bríksli. Og longu í 13. minutti gekk tað galið. Ein langur bóltur úr kekkisku verjuni fer afturum Sonna Ragnar, har Mojmir Chytil rættiliga ótarnaður kann renna móti føroyska málinum, meðan Gunnar Nielsen enn hugsar um, hvørt hann skuldi havt runnið út áður ella ikki, men tað leggur Chytil líka í og leggur Kekkia á odda 1-0.

Mojmir Chytil, sum sjálvur spælir við lokala liðnum, Sigma Olomouc, spældi sín fyrsta altjóða dyst í kvøld, og hann skuffaði ikki.

Føroyska liðið, ið var sera trilvandi í byrjanini av dystinum, helt fram at spæla trilvandi eftir kekkiska málið.

Alt ov lætt kundi kekkar spæla seg gjøgnum føroysku verjuna við smáspæli, og seks minuttir eftir fyrra málið, var aftur galið. Aftur var tað Mojmir Chytil, sum enn einaferð var komin sær í eina góða støðu, og hann sveik ikki álitið. 2-0 til Kekkia.

Og tað skuldi blíva verri enn fyri føroyingar, men enn betri fyri lokalu hetjuni, Mojmir Chytil.

Fýra minuttir eftir seinna málið er aftur galið. Og aftur er tað nummar 10 hjá Kekkia, lokala hetjan og debutanturin, ið skallaði bóltin í føroyska málið, eftir gott innlegg úr vinstru, og so var støðan 3-0 til Kekkia.

Men skúlabørnini í Olomouc vóru ikki nøgd. Tey vildu síggja fleiri mál.

Ilt bleiv enn verri beint fyri hálvleikssteðgin, tá Gunnar Vatnhamar ger ein Jesper Olsen og leggur bóltin aftur, ið er ætlaður til málverjan, Gunnar Nielsen, men tað bleiv heldur ein bóltur til ein púra frían Vaclav Cerny, ið takkaði fyri, snýtti Gunnar í málinum og í tóma føroyska málið.

4-0 til Kekkia í hálvleikinum, og tað vóru skúlabørnini í Olomouc sera nøgd við.

Í seinna hálvleiki trekti kekkiska liðið seg longur aftur á vøllin, og tóktist nøgdir við støðuna. Hetta gav meira pláss til føroysku spælararnar, og serliga var tað Meinhard Egilsson Olsen, sum var tann sjónligasti føroyski spælarin gjøgnum allan dystin, ið bjóðaði av.

Men lítið batti, tí heldur vóru tað kekkar, sum vóru teir farligu og høvdu teir stóru málmøguleikarnar.

Skúlabørnini í Olomouc, ið dúgliga róptu, at tey vildu síggja fleiri mál, fingu eisini tað, tey vóru komin eftir, tí tá tað restaðu 15 minuttir, var tað innskifti Patrizio Stronati, ið kundi gleða skúlabørnini, tá hann skallaði bóltin í netið til endaligu støðuna 5-0 til Kekkia.

Størstu brølini í seinna hálvleiki komu tó eftir einari meksikanskari aldu – sum í hesum føri heldur kundi verið nevnd fyri eina kekkiska flóðaldu – og so tá ið lokala hetjan og debutanturin, Mojmir Chytil, bleiv skiftur út.

Føroyska liðið var nógv í verjustøðu, meðan kekkiska liðið leyp á