Skuldsettir fyri innbrot- stjólu stórar nøgdir av rúsdrekka

Tveir mans hava ligið á løgreglustøðini í nátt og nú skal støða takast til, hvussu málið skal avgreiðast

Áki Bertholdsen
9. apríl 2024 kl. 08:43

Fyrrapartin í gjár varð ringt til løgregluna at melda, at tað hevði verið innbrot. Talan var um innbrot í einum privathúsum, har ein stór nøgd av rúsdrekka varð stolin,

Í gjárkvøldið vórðu tveir mans tiknir og teir eru skuldsettir fyri innbrotið. Teir hava eisini verið á løgreglustøðini í nátt og verða avhoyrdir í dag. Løgreglan vil ikki siga akkurát, hvussu nógv er stolið, men tað er so meiri enn menninir hava klárað at havt uppi á sær. 

Løgreglan fær ikki sagt so nógv um málið, tí kannað verður nú um teir báðir, ella kanska annar av teimum, skal fyri rættin í dag við kravi um varðhaldsfongsling, ímeðan málið verður lýst. 

Tá ið fólk verða varðhaldsfongslað, kann tað vera fyri at tryggja sær, at tey ikki fáa ávirkað kanningararbeiðið hjá løgregluni. 

Tað kann eisini vera um so er, at vandi er fyri, at tey rýma at landinum - men tað kann eisini vera tí at tey hava framt sama slag lógarbrot áðrenn. Løgreglan vil ikki siga, hví hesir kanska verða førdir fyri rættin í dag, men tey vátta kortini, at talan er um gamlar kenningar hjá løgregluni.

Løgreglan sigur eisni, at tað allarmesta av tjóvagóðsinum er komið aftur íaftur.