Skuldsettur fyri at koyra ávirkaður

– Kanningin vísti, at bilførarin hevði bæði drukkið og tikið kannabis

Áki Bertholdsen
28. mars 2024 kl. 09:40

Hetta seinasta samdøgurið hevur verið avbera friðarligt hjá løgregluni. Men tað er kortini sjáldan, at ikki okkurt er, og tað var tað eisini í nátt. 

Løgreglan sigur, at mitt í nátt steðgaðu tey einum bili í tí vanliga eftirlitinum og tá ið førarin varð kannaður fyri rúsdrekkakoyring, slóð alkometrið út.

Sostatt er hann eisini skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring. Men løgreglufólkini gjørdi so eisini av at kanna bilføraran fyri rúsevni og heilivág og tann royndin vísti, at hann hevði tikið kannabis.  

Sostatt er hann eisini skuldsettur fyri tað. Nú eru so blóðroyndir tiknar og úrslitið av teimum verður so avgerðandi fyri, hvussu málið verður avgreitt.