Skulu hava fólkaatkvøða á Tvøroyri um samanlegging

Enn er ikki ásett, nær fólkaatkvøðan verður

Sjálvur hevur Kristin Mivhelsen ongantíð dult fyri, hvat hann heldur um kommunusamanlegging
Áki Bertholdsen
26. mars 2024 kl. 16:10

Tað er nú greitt, at í næstum sleppa tvørafólk á fólkaatkvøðu um at leggja Tvøroyrar Kommunu saman við hinum kommununum í norðaru helvt í Suðuroy, Fámjin og Hvalba.

Tað hevur Tvøroyrar býráð einmælt samtykt í gjár.

Kristin Michelsen, borgarstjóri, sigur, at enn er ikki ásett, nær fólkaatkvøðan verður. Hann sigur, at býráðið hevur samtykt at biðja arbeiðsbólkin, sum hevur skrivað frágreiðingina um kommunusamanlegging, um at leggja fólkaatkvøðina til rættis.

Tað merkir, at arbeiðsbólkurin skal orða uppleggið til fólkaatkvøðuna, so at tað er púra greitt, hvat atkvøðugreiðslan snýr seg um, og hvat ein samanlegging ber í sær fyri fólk, bæði skúlaviðurskifti og annað.

Í hesum sambandi skal arbeiðsbólkurin eisini áseta dagin fyri fólkaatkvøðuni. 

Kristin Michelsen sigur, at endamálið er, at býráðið skal fáa málið aftur frá arbeiðsbólkinum til næsta býráðsfund, sum verður um ein mánað, og so kann ein støða takast. 

Hann sigur, at talan er um eina vegleiðandi fólkatkvøðu, sum býráðið tekur við í viðgerðina, tá ið endalig støða verður tikin til samanlegging.

Sjálvur hevur hann ongantíð dult fyri, at hann tekut undir við kommunusamanlegging í Suðuroy. Og hetta er ikki fyrstu ferð, at tvørafólk atkvøða um kommunusamanlegging.

Fyri 20 árum síðani, í 2004, var eisini fólkaatkvøða um samanlegging. Tá var bara fólkaatkvøða í Sumba og á Tvøroyri, tí hinar kommunurnar høvdu ikki áhuga fyri at vera við. 

Og á teirri atkvøðugreiðsluni atkvøddi heili 84 prosent av tvørafólki, sum vóru á vali, fyri samanlegging. Tá vóru 1.058 fólk á Tvøroyri á vali av teimum gott 1.300 fólkunum, sum høvdu valrætt, so valluttøkan var stór.