- Slepp tær út úr mínari pub!

Ein óður pubeigari tveitti herfyri Labour leiðaran, Keir Starmer, á dyr. Starmer hevur gjørt ov lítið sum andstøðuleiðari í koronukreppuni, helt pubeigarin

Steinar Patursson
20. apríl 2021 kl. 14:30

Floksleiðarin fyri bretska Labour flokkin fekk eina heldur óvanliga móttøku, tá hann herfyri var og vitjaði Bath. Ein pubeigari var so ónøgdur við handfaringina av koronukreppuin hjá Keir Starmer sum andstøðuleiðara, at hann tveitti hann á dyr úr pubbini hjá sær - alt meðan upptøkutólini koyrdu.

Stórabretland hevur havt rættiliga umfatandi koronutilmæli og sokallað "lockdowns", har so at siga alt samfelagið hevur verið stongt.

Tilmælini og "lockdown" krøvini vórðu herfyri linkað nakað, og tað ber nú aftur til at fáa sær eina kalda millum fremmandafólk á ensku pubbunum.

Labour leiðarin, Keir Starmer, var farin á sjarmuferð at tala fyri nýggjum átøkum at stuðla handilsvirksemi á stóru gongu- og keypsgøtunum í Stórabretlandi, og nú tað aftur ber til at savnast á pubbum, steðgaði fylgið uttan fyri The Raven í Bath.

Uttan fyri The Raven stóð kortini annar av eigarunum, Rod Humphris, sum var komin út at fortelja Keir Starmer sína hjartans meining um koronutilmælini og "lockdown" politikkin hjá bretsku stjórnini.

Og hóast Keir Starmer og Labour flokkurin ikki sita í stjórn, vórðu teir ikki frítiknir frá ábyrgd, helt Rod Humphris.

- Skilir tú, at vit hava oyðilagt búskapin, tí at gomul fólk doyggja, spyr Rod Humphris, ið setti spurnartekin við, hvussu álvarsom koronufarsóttin í grundini er.

- Tú hevur svikið meg. Eg havi verið Labour veljari alt mítt lív, og tú hevur verið ein vánaligur andstøðuleiðari. Tú hevur ikki sett spurnartekin við, hvørt lockdown hevur virkað. Skilir tú? Fleiri túsund fólk eru deyð, tí tú hevur ikki gjørt títt arbeiði og sett teir røttu spurningarnar.

Tað tykist ikki, sum at Keir Starmer er serliga áhugaður í at standa mitt á gøtuni og kjakast um koronutilmæli, og eftir einari løtu trínir hann innar í pubbina.

Tá gerst ovboðið hjá Humphris, ið fer aftaná fyri at koyra Starmer á dyr.

- Hasin maðurin sleppur ikki at vera í mínari pub. Slepp tær út úr mínari pub, rópar ein óður Humphris, meðan hann er í fastatøkum við lívverjan hjá Starmer.

Keir Starmer gjørdi síðani eftir boðunum og slapp sær út.

Sí upptøkurnar av hendingini niðanfyri, ið Stephen Sumner hevur tikið upp á band.