Sleppa ikki at brenna bál í Danmark

Turkurin er orsøkin til, at einki jóansøkubál verður í vestara parti av Danmark

Jóannes Hansen
19. juni 2023 kl. 13:36

Jóansøkuaftan plaga tey nógva staðni í Danmark at brenna bál. Soleiðis verður tað ikki allastaðni í Danmark nú fríggjadagin 23. juni.

Turkurin er orsøkin til, at tað í øllum kommunum vestanfyri Stórabelt verður forboð at brenna bál. Í summum førum verður talan um totalforboð, og í øðrum førum verður talan um serligt forboð.

Hetta veit tíðindastovan Ritzau at siga frá donsku tilbúgvingini.

Eisini í fleiri kommunum í Vestursælandi,  á Bornholm og í Helsingør og nattúruøkinum Tisvilde Hegn verður tað ikki loyvt at brenna bál.

Tað hevur verið óvanliga turt í Danmark seinastu vikurnar. Næstsíðsta vikuskifti var indeksið fyri turki hjá DMI 10, sum er tað hægstaá skalanum.

So høgt hevur tað ikki verið síðani 2018, tá ið talan var um óvanliga turt summar, og tá ið indeksið í juli var 10,0.