Slovakiski forsætisráðharrin fyri morðroynd

Roberto Fico, forsætisráðharrin í Slovakia, varð í dag raktur av skoti og síðani fluttur á sjúkrahús.

Rúni Korsgaard
15. mai 2024 kl. 20:05

Hetta boðar slovakiska tíðindastovan TASR og fleiri altjóða miðlar frá.

Atsóknin fór fram, eftir at Fico hevði luttikið á einum stjórnarfundi í býnum Handlova í Slovakia. Forsætisráðharrin varð stundisliga fluttur á eitt sjúkrahús í býnum Banská Bystrica.

Sum skilst, er standur Ficos hættisligur og tað kann standa um lív. Hetta boðar slovakiska stjórnarskrivstovan frá, sum eisini hevur greitt frá, at Fico hevði tørv bráðviðgerð eftir atsóknina. Sambært sjónvarpsstøðini TA3 varð Fico skotin í búkin.

Stutt fyri klokkan 17 okkara tíð frættist frá AFP tíðindastovuni, at forsetin Zuzana Caputova hevði boðað frá, at brotsgerðarmaðurin, sum var undir illgruna, var handtikin.