Smærri flokkarnir kunnu seinka nýggju sponsku stjórnini

Tætta valúrslitið í Spania í gjár ger tað trupult at skipa stjórn

Ragnar Sjúrðarson
24. juli 2023 kl. 13:59

Sjálvt um stuðulsflokkarnir á hvørjum veingi verða taldir við, hava hvørki sosialdemokratarnir ella konservativu meirilutan eftir valið í Spania í gjár.

Hetta kann geva teimum smærri flokkunum á miðjuni møguleikan fyri at trýsta teirra politik ígjøgnum.

Aðalskrivarin í katalanska sjálvstýrisflokkinum Junts, Jordi Turull, sigur við eina lokala útvarpsrás, at flokkurin fer at royna at gagnnýta møguleikarnar eftir valið til at fáa katalanskt fullveldi skrivar Reuters.

Fyri Ritzau metir Hans Lauge Hansen, sum er professari í sponskum í Aarhus universiteti, at seráhugamál hjá flokkunum fara at draga tilgongdina at skipa stjórn út.

-    Mítt boð er í øllum førum fram móti jólum. Uttan so at Sánchez (sosialistiski forsætisráðharrin í Spania) hevur nøkur kort í hondini, sum hann kann spæla út til til tey borgarligu tjóðskaparfólkini í Katalonia, sigur Hans Lauge Hansen.