Smittuserfrøðingur: Nýggja frábrigdið smittar meira – kanska minni vandamikið

Nýggja koronu-frábrigdið – omikron – er allarhelst longu komið til danska kongaríkið, men er kanska minni vandamikið enn Delta-frábrigdið, sambært Anders Fomsgaard, smittufrøðingini

Sigurjón Einarsson
27. november 2021 kl. 23:39

Nýggja koronu-frábrigdið, sum higartil hevur havt navnið B.1.1.529, hevur fingið navnið omikron.

Higartil hava flestu tilburðirnir verið staðfestir í Suðurafrika, men ábendingar eru um, at virusið longu er komið til Evropa og til Danmarkar.

Nógvir ósvaraðir spurningar eru um nýggja frábrigdið, millum annað hvussu illa tað smittar, og hvat skal gerast við tað, men mest álvarsami spurningurin er kortini, hvussu koppsetingarnar fara at virka móti frábrigdinum.

Tveir teir fyrstu smittutilburðarnir við omikron-frábrigdinum er eftir øllum at døma funnir í Danmark. Sambært danska smittuserfrøðinginum Anders Fomsgaard, so sær nýggja frábrigdið út til at smitta meira, og virkar til at vera meira harðfør yvirfyri koppingarevnum, men kanska er hetta frábrigdið minni vandamikið.

– Um so er, so kann tað vísa seg at vera ein frelsari í grýlubúna, sigur smittuserfrøðingurin Anders Fomsgaard í samrøðu í Deadline á DR2 í kvøld.

Omikron-frábrigdið, ið higartil næstan bara hevur verið at sæð í Suðurafrika, er tað mest muteraða frábrigdið av covid-19 higartil.

Sambært Tulio de Oliveira, stjóra á Suðurafrikanska smittustovninum, hevur nýggja frábrigdið fleiri enn 50 mutatiónir, og ivaleyst kemur nýggja frábrigdið frá einum einstakum sjúklingi, ið ikki hevur havt nakra mótstøðuføri móti virusinum.

Óttast verður nú, at frábrigdið er so mikið nógv øðrvísi frá upprunaliga virusinum úr Wuhan, at tær koppsetingarnar, ið eru framleiddar, ikki fær at rigga eins væl móti nýggja frábrigdinum, men sambært danska smittuserfrøðinginum, so er hetta frábrigdið kanska minni vandamikið.

Øll Deadline-sendingin í kvøld sæst her.