Smyril avlýsir túrar í tveir dagar 

Ymsar ábøtur skulu gerast umborð

Áki Bertholden
15. september 2023 kl. 11:07

Strandferðslan boðar nú frá, at í tveir dagar hesar næstu vikurnar fer Smyril ikki at sigla eftir ferðaætlanini. Orsøkin er ikki illveður, men tað er tí at ábøtur skulu gerast á bjargingarútgerðina umborð.

Strandferðslan sigur, at her er talan um kravdar dagføringar, so tær skulu gerast. Men hetta fer at ávirka ferðaætlina hósdagin, og eisini næsta hósdag.

Tað merkir, at hósdagin 21. septembur, verður túrurin av Havnini klokkan 8.45, og túrurin av Krambatanga klokkan 11.30, ikki sigldir.

Hósdagin 28. september verða somu túrar, altso túrurin av Havnini klokkan 8.45, og túrurin av Krambatanga klokkan11.30, heldur ikki sigldir. 

Men hetta ber eisini í sær, at Smyril má eisini lækka talið á ferðafólki. Smyril hevur loyvi at sigla við 975 ferðafólkum, men nú lækkar tað niður í 543 ferðafólk.