Sofie Linde gevst sum vertur

Danski X Factor-verturin, Sofie Linde gevst

Sigurjón Einarsson
31. januar 2023 kl. 13:25

Kendi danski verturin í tónleikakappingini X Factor, Sofie Linde, gevst sum vertur í sendingini.

Tað upplýsir hon á sínum Instagram-vanga.

– Eftir kappingina í ár havi eg valt at geva stafettina víðari.

Hon sigur, at avgerðin ikki hevur verið løtt, men at rætta løtan er at gevast eftir tónleikakappingina í ár.

Gleðir seg
Hóast hetta verður síðstu ferð, at Sofie Linde verður vertur í donsku X Factor-kappingini, so gleðir hon seg at sleppa í gongd við hesa kappingina.

– Vit standa á gáttuni til ársins kapping, og eg gleði meg ordiliga nógv til at fara á pallin saman við teimum dugnaligu luttakaranum og dómarunum eina síðstu ferð, skrivar kendi verturin víðari.

Hon hevur verið vertur í sendingini síðan 2016.

Setti hol á kjakið um sexismu í Danmark
Tá hon tók orðið til Zulu Comedy Galla í 2020, koyrdi Sofie Linde ein kavabólt á rull. Her greiddi hon frá, tá hon sum 18-ára gomul var í praktikk í DR og var í jólafrokost hjá Danmarks Radio. Her varð hon pressað av einari stórari “tv-kanón”, sum hon málbar seg, tá hesin vildi hava hana kynsliga samlegu við henni, men tá hon takkaði nei, bleiv hon hótt við, at hann skuldi oyðileggja hennara yrkisleið.

Útsøgnin til Zulu Comedy Galla setti veruliga hol á MeToo-kjakið og sexismu í Danmark, ið førdi við sær, at bæði poltikkarar og fólk í miðlaheiminum máttu krúpa til krossin og viðurkenna sínar gerðir.

Sofie fekk sama ár eina viðurkenning fyri at hava byrjað hetta kjakið í Danmark, Vallø-heiðurslønina, verður hon nevnd.

- Sofie Linde livir heilt víst upp til tær fortreytir, sum Vallø Amtdømi hevur sett fyri at luta út hesa heiðursløn, har vit heiðra fyrimyndir, ið hava gjørt ein serligan innsats fyri virðingina av kvinnum í samfelagnum, og sum kann vera íblástur fyri komandi ættarlið, stóð millum annað at lesa í grundgevingini til Vallø-heiðurslønina í 2020.

Síðan 2010, tá byrjað var við Vallø-heiðurslønini, hava navnframar kvinnur, felagsskapir og stovnar fingið heiðursløn fyri teirra íkast. Millum annað kann nevnast Margrethe Vestager, sum fekk hesa heiðursløn fyri hennara innsats sum kappingarkommiserur í ES, herurin, ið framhaldandi arbeiðir fyri fjølbroytni og inklusjón og Maternity Foundation, ið hjálpir kvinnum í Afrika at hava ein tryggan og góðan barnsburð.

Vallø Amtdømi er ein sjálveigandi grunnur. Upprunaliga endamálið við grunninum var at hjálpa og stuðla ógiftum døtrum hjá danska aðalinum, umframt at stuðla undir sosiala arbeiði í nærsamfelagnum.