Sóknast eftir nýggjum stjóra til Landsverk

Nú sóknast Landsverk eftir nýggjum stjóra slakar 3 mánaðir eftir, at Sigurd Lamhauge legði frá sær.

Rúni Korsgaard
15. mai 2024 kl. 13:35

Hetta boðar Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið frá í skrivi.

Landsverk, sum er landsins byggiharri, varðar av vega-, havna- og byggiharrauppgávum og skal tryggja, at karmarnir fyri ferðslu og virksemi eru nøktandi, tryggir og samanhangandi.

Deildirnar á Landsverki eru tær fimm Verkætlanardeildin, Deildin fyri infrakervi, Virkisdeildin, Fíggjardeildin og Skipan og menning.

Sigurd Lamhauge, sum nú er stjóri í IRF, segði stjórastarvið frá sær 21 februar í ár, eftir ósemju við og misálit frá Dennisi Holm, landsstýrismanni í fiskivinnu- og samferðslumálum.

Starvið er áramálssett í 5 ár við møguleika fyri leingjan í 3 ár. Umsóknarfreistin er 4 juni 2024.

Marjun Weihe Thomassen, fíggjarleiðari, er virkandi stjóri á Landsverki.