Soleiðis ferð Elizabeth drotning til jarðar

Jarðarferðin hjá Elizabeth drotning setir sín dám á Stórabretland í dag

Krúnan liggur á kistuni hjá Elizabeth drotning. Seinni í dag sigur Elizabeth krúnuni farvæl fyri seinastu ferð. Mynd: EPA
Steinar Patursson
19. september 2022 kl. 11:29

Bretska veldið sigur í dag farvæl til Elizabeth drotning, sum andaðist 8. September 96 ára gomul, og dagurin í dag er nógv merktur av jarðarferðini, sum byrjaði fyri løtu síðani.

Elizabeth drotning hevur seinastu dagarnar ligið í Westminster Hall, har fólk hava havt høvið at síggja kistuna.

Stutt fyri klokkan 11 í morgun fór kistan úr Westminster Hall til Westminster Abbey, har jarðarferðin byrjaði klokkan 11.

Kistan varð flutt á vogni, Royal Navy State Funeral Gun Carriage, ið er ein umbygdur kanónvognur. Vognurin hevur áður flutt Victoriu drongin, Edvard kong VII, Georg kong V, Georg kong VI, Winston Churchill og Lord Mountbatten til jarðar, og hesaferð verður vognurin drigin av 142 sjóhermonnum hjá bretsku sjóverjuni.

Jarðarferðin verður síðani hildin framman fyri umleið 2000 gestum í Westminster Abbey. Eingin bretskur monarkur er farin til jarðar frá Westminster Abbey síðan í 18. øld, men tað var í Westminster, at Elizabeth varð krúnað, og eisini vórðu hon og Filip prinsur gift har í 1947.

Kistan við Elizabeth drotning í Westminster Abbey

Stutt eftir middag fer kistan úr Westminster Abbey til Wellington Arch í Hyde Park, har hon síðani verður flutt í annan líkvogn og koyrd til Windsor Castle.

Í Windsor verður hildin jarðarferð fyri teimum nærmastu í St. George’s Chapel. Í St. George’s Chapel verða krúnan og veldisknøtturin – gullbólturin við einum krossi – tikin av kistuni.

At enda skal hovmarskallurin, fyrrverandi MI5 stjórin, Baron Parker, bróta hvíta starvsstavin og leggja hann á kistuna. Tað, at hovmarskallurin brýtur stavin, merkir, at hansara tænasta sum ovasta tænastufólk til ríkisleiðaran er komin at enda.

Kistan verður síðani løgd í gravarhválv í St. George’s Chapel.

Seinni í kvøld verður privat tænasta fyri kongsfamiljuni, har Elizabeth verður jarðað saman við Filipi prinsi í gravarhúsi inni í St. George’s Chapel.