Soleiðis flýgur Atlantsflog til Berlin til EM-hondbólt

Flogið verður í góðari tíð til at síggja allar dystirnar hjá Føroyum

Áki Bertholdsen
17. mai 2023 kl. 16:20

Sum tey flestu hava fingið við, hevur føroyska landsliðið í manshondbólti spælt seg til EM-kappingina í Berlin í januar næsta ár.

Atlantsflog hevur boðað frá, at tey fara at flúgva beinleiðis til Berlin í sambandi við kappingina - og nú er eisini greitt, hvussu ferðaætlanin verður.

Tilsamans verða tríggir túrar úr Føroyum til Berlin og so verða sjálvandi eisini tríggir túrar heim aftur.

Fyrsta flogferðin beinleiðis úr Vágum til Berlin, verður 9. januar, tá ið føroysku landsliðsspælararnir eftir ætlan eisini fara avstað. Síðani verður flogið úr Føroyum til Berlin tann 10. januar og eisini 11. januar. Tann 11. januar verður flogið um morgunin, so tað er í góðari tíð til dystin hjá Føroyum. 

Heimferðirnar úr Berlin til Føroya verða 16. januar. Prísurin fyri at flúgva beinleiðis til Berlin verður úr 3.595 krónur aftur og fram, og sølan byrjar 30. mai, sigur Atlantsflog í tíðindaskrivi

- Tað er eitt bragd, at Føroyar hava vunnið seg víðari til eitt EM-endaspæl. Sum flogfelag síggja vit tað sum okkara samfelagsskyldu at kunna flúgva hondbóltslandsliðið, og bjóða føroyskum áskoðarum, at koma beinleiðis úr Vágum til Berlin, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways í tíðindaskrivi 

Dystirnir í bólkinum hjá Føroyum til EM-undanspælið verða spældir soleiðis- og hetta eru klokkutíðirnar í Berlin.

Hósdagin 11. januar klokkqn 18.00: Slovenia – Føroyar / Noreg – Pólland
Leygardagin 13. januar klokkqn 20.30: Føroyar – Noreg / Pólland – Slovenia
Mánadagin 15. januar klokkan18.00: Pólland – Føroyar / Slovenia – Noreg