Soleiðis greiðir tú atkvøðu sum lesandi uttanlands

Í samband við løgtingsvalið 8. desember kunnu lesandi, sum eru búsitandi uttanlands, skráseta seg til at atkvøða

(Mynd: Álvur Haraldsen/EPA-EFE)
Helgi Hildarson Hoydal
12. november 2022 kl. 11:27

MFS hevur gjørt eina leiðbeining fyri lesandi sum greiðir frá hvussu lesandi kunnu atkvøða.

Freistin

Umsóknin skal verða móttikin og avgreidd í seinasta lagi tríggjar vikur áðrenn valið. Til hetta valið er tað 17. november 2022.

Tað er ymiskt hvussu langa viðgerðartíð tær ymsu kommunurnar hava. Tað kann ofta síggjast á heimasíðunum hjá kommununum, ella kann man ringja til sína seinastu heimakommunu.

Umsøkjararnir skulu søkja um upptøku í kommununi har tey seinast vóru skrásett sum búsitandi.

Valið

Um umsøkjarin fær játtað upptøku á vallistanum, kanst hann atkvøða. Um man er í Føroyum valdagin, kann man velja á valstaðnum í kommununi sum játtaði umsóknina.

Í Danmark ber til at velja somu støð sum danskir borgarar brúka til donsk val.

Um tú ikki ert búsitandi í Danmark ella Grønlandi, skal ein fara á føroyska ella danska sendistovu ella konsulat. Har fært tú eitt pappír, sum man greiðir atkvøðu á.

Um tað er langt til konsulat ella sendistovu skal man tryggja sær at tey hava fingið pappírini sendandi, mælir MFS til.

Kelda: MFS.fo

Les alla mannagongdina, og tak umsóknarblað niður her: Skráseting til løgtingsval