Soleiðis verður koppsett fyri Koronu og influensu í vetur

Her sært tú, um tú er ein av teimum, sum fáa tilboð um ókeypis koppseting

Áki Bertholdsen
15. september 2023 kl. 08:50

Veturin stendur fyri durum og tað er tíðin tá ið influensa plagar at herja landið. 
Hesi seinastu árini hava vit so eisini fingið koronu at dragast við, og serfrøðingar ivast heldur ikki í, at koron fer at ganga í vetur.

Tí eru tað nakrir samfelagsbólkar, sum fara at fáa tilboð um at verða koppsettir fyri bæði koronu og influensu í vetur, og tað verður ókeypis. 

Hvat influensu viðvíkur, verður gjørt sum vanligt. Tað merkir, at tað eru fólk, sum eru yvir 65, sum fáa tilboð um ókeypis koppseting. Yngri fólk, sum eru í ávísum vandabólkum, fáa sama tilboð. 

Og aftur í ár verður mælt til, at tvey til seks ára gomul børn verða koppsett fyri influensu. 

Tey verða koppsett við nasaspray og orsøkin til tað er, at tey eru av størstu smittuspjaðarum og eru høvuðsorsøkin til, at so nógv fólk fáa influensu.

Tey, sum fáa tilboð um at verða koppsett ókeypis fyri koronu eru eisini fólk yvir 65 ár, umframt fyritíðarpensjónistar.

Fólk, sum eru yngri enn tað, men sum eru í ymsum vandabólkum, fáa eisini sama tilboð. 

Her er talan um fólk, sum hava hesar sjúkur:

– Fólk, sum hava varandi lungnasjúku. 

– Fólk, sum hava hjartasjúku og æðrasjúku, men ikki fólk, sum bara hava høgt blóðtrýst uttan annars at vera sjúk.

– Fólk, sum hava diabetes 1 ella 2.

– Fólk við veikari órinsverju.

– Fólk har andadrátturin er ávirkaður av, at vøddamegin er niðursett. 

– Fólk, sum hava varandi livrasvigna og nýrasvigna. 

– Fólk, sum eru ovurfeit. Ein vegleiðing er, at BMI skal vera yvir 35, men annars er tað eftir eini læknaligari meting. 

– Børn, sum hava so álvarsama sjúku at læknin metir, at korona hevur álvarsligan heilsuvanda við sær. 

– Húski hjá barni, ið er í øktum vanda fyri at verða álvarsliga sjúk av koronu. 

– Fólk, sum hava aðra álvarsliga sjúku, og har læknin heldur, at korona hevur álvarsligan heilsuvanda við sær. 

– Barnakonur frá 13. barnsburðarviku. 

– Húski hjá sjúklingum við ógvuliga veikari órinsverju, eftir eini læknaligari meting. 

– Starvsfólk á heilsuøkinum og røktarøkinum, sum hava tætt samband við fólk, sum eru í vanda fyri at verða álvarsliga sjúk av koronu.

Her er talan um:

– Læknar. 

– Sjúkrarøktarfrøðingar. 

– Farmaseutar. 

– Kiropraktorar. 

– Tannlæknar. 

– Úrspenningarpedagogar. 

– Bandagistar. 

– Bioanalytikarar. 

– Ergoterapeutar. 

– Fysioterapeutar. 

– Ljósmøður. 

– Kliniskir dietistar. 

– Optometristar. 

– Radiografar. 

– Audiologassistentar. 

– Farmakonomar. 

– Fótterapeutar. 

– Neurofysiologassistentar. 

– Tannklinikassistentar. 

– Tannrøktarar. 

– Tanntøkningar. 

– Ítrívsvegleiðarar. 

– Pleygarar. 

– Røktarheimsassistentar. 

– Heilsurøktarar. 

– Heilsuhjálparar. 

– Sjúkrahjálparar. 

– Sálarfrøðingar.

– Læknaskrivarar.

– Heilsutænastuskrivarar.

– Portørar.

– Paramedisinarar. 

– Viðgerðarar í Sjúkraflutningstænastuni. 

– Atstøðingar í Sjúkraflutningstænastuni. 

Lesandi, næmingar, ófaklærd, og onnur, ið veita viðgerð, røkt, og eru um fólk, sum eru í serligum vanda fyri at verða álvarsliga sjúk av koronu, kunnu eisini verða koppsett fyri einki.

Fólk kunnu fara til kommunulækna at verða koppsett. Tað ber til at verða koppsett fyri bæði influensa og koronu í senn, tað skal bara vera í hvønn sín arm.

Sostatt sleppa fólk frá at fara tvær ferðir úr arbeiði til lækna. Tað er eisini ein fyrimunur fyri fólk, sum fara við avvarðandi at verða koppsett, sleppa frá at fara tvær ferðir úr arbeiði til lækna.

Annars ber eisini til hjá fólki at fara á apotekið at verða koppsett fyri koronu.