Soleiðis verður róð kapp í summar

Næsta leygardag verður fyrsti FM-róðurin í ár

Áki Bertholdsen
23. mai 2023 kl. 15:45

Summarið er í hondum og tað merkir, at nú byrjar kappróðurin aftur. 

Tann fyrsta stevnan er Norðoyastevnan og hon verður næsta næsta vikuskiftið 3. juni - og 4. juni.

Sum vanligt verður kappróðurin leygardagin og Róðrarsambandið sigur, at gott 90 manningar hava meldað til fyrsta róðurin. Tað eru nakrar manningar fleiri enn tað vóru á Norðoyastevnu í fjøt. 

Størsti bólkurin er barnaróður gentur, sum aftur í ár mugu rógva innleiðandi róðrar, har 10 tær bestu rógva finalu.

Í ár verður kappróðurin skipaður eitt sindur øðrvísi enn undan farin ár. tað merkir, at tey, sum fyrireika stevnurnar, og umboð fyri Róðrarsambandið, hava fingið størri ábyrgd í sambandi við trygdina, tá ið kappróður verður fyriskipaður og avgreiddur.  

 FM-róðrarnir í ár verða soleiðis:

– 3. juni norðoyastevna í Klaksvík

– 17. juni sundalagsstevna í Hósvík 

– 24. juni Jóansøka á Tvøroyri 

– 1. juli varmakelda í Fuglafirði 

– 8. juli fjarðastevna á Skála 

­– 15. juli vestanstevna í Miðvági 

– 28. juli Ólavsøka í Tórshavn.

Róðrarsambandið sigur, at upprunaliga skuldi Fjarðastevnan verða á Strondum,  men hon er flutt inn á Skála av serligum orsøkum.