Sólja í Ólavsstovu tekur tríggjar mánaðir afturat

Hanna Vang, sum er vald til Løgtingsins umboðsmann, hevur útsett at taka við embætinum

Ari av Rana
7. januar 2021 kl. 17:32

Sólja í Ólavsstovu heldur fram sum Løgtingsins umboðsmaður fram til 1. apríl. Hetta boðar Løgtingið frá á heimsíðuni.

Eftir ætlan skuldi Hanna Vang taka við sum Løgtingsins umboðsmaður frá ársskiftinum, men hon hevur ikki møguleika fyri at taka við fyrrenn 1. apríl. Løgtingið heitti tí á fráfarandi umboðsmannin, Sólju í Ólavsstovu, um at halda fram til 1. apríl og hesum játtaði hon.

Sólja í Ólavsstovu hevur sitið í embætinum síðani 2006. Løgtingsins umboðsmaður verður valdur fimta hvørt ár.

Starvið sum løgtingsins umboðsmaður verður ikki lýst leyst. Løgtingið finnur ein persón, sum flokkarnir skulu semjast um. Síðani verður tað lagt fyri tingið til atkvøðugreiðslu.

Hesaferð fall valið á Honnu Vang, sum tekur við 1. apríl. Hanna Vang er 41 ára gomul, er útbúgvin løgfrøðingur og hevur seinast starvast sum rættarassessor. Hon hevur eisini verið bæði forkvinna og dómari í Fasta Gerðarrætti.