Sølvi hevur møguleika at taka toppin

Í kvøld fær Víkingur vitjan av AB, sum tvær ferðir fyrr í ár hevur lagt rygg til stórtap ímóti víkingunum

Jóannes Hansen
1. september 2023 kl. 15:46

Landsliðsspælarin Sølvi Vatnhamar skoraði sunnudagin fýra mál, tá ið Víkingur á útivølli eyðmýkti grannarnar í Fuglafirði. Nú hevur hann tilsaman skorað 12 mál, og hann er trý mál frá máltindinum, har Páll A. Klettskarð er einsamallur við 15 málum.

Í 9. umfari skoraði Sølvi Vatnhamar tvey mál, tá ið Víkingur á heimavølli vann 5-0 ímóti AB.

Í gjárkvøldið vóru tveir dystir í 21. umfari í bestu landskappingini. Bæði á Toftum, har TB var gestur hjá B68, og í Sørvági, har EB/Streymur var gestur hjá 07 Vestur, var úrslitið 1-1.

Í kvøld verður triði dysturin í hesum umfarinum. Hann verður í Sarpugerði í Norðragøtu millum Víking og AB. Víkingur hevur av álvara fatur á fjórða plássinum, og AB er aftast.

Síðani summarsteðgin hevur Víkingur vunnið fulla úrtøku í øllum fýra dystunum, og úrtøkan er 39 stig. Í ólavsøkuumfarinum vann AB 3-1 á heimavølli ímóti B68. Síðani hevur AB einki stig vunnið í fýra dystum.

Tvær ferðir fyrr í ár hava Víkingur og AB spælt. Í 9. umfari vann Víkingur 5-0 á heimavølli, og í 10. umfari vann Víkingur 4-0 á Argjum.

Eftir teir báðar dystirnar í gjárkvøldið er trýstið á AB uppaftur størri, enn tað var undan gjárkvøldinum. Nú eru tað seks stig frá AB og fram til TB og átta stig frá AB og fram til B68.

Hjá AB er mannfallið stórt. Jákup Pauli Breckmann, Tróndur J. á Høvdanum og Ragnar Skála eru leikbannaðir, Tóki á Lofti er skaddur, og tað er ivasamt um málverjin Rói Zachariasen og miðvallarin Rógvi Skála eru førir fyri at spæla.

Hjá Víkingi eru Andreas Lava Olsen og Jákup Johansen ivasamir.

Víkingur – AB: Áki Leitisstein Hansen kl. 18.00.