Sølvi Vatnhamar var bestur í mai

– Tað var fantastiskt, og takk fyri tað! Hetta eri eg sjálvandi errin og glaður fyri. Eg haldi annars at tað hevur gingið væl í Víkingi í seinastuni, og so er bara at hopa, at hendan góða gongdin heldur fram, sigur Sølvi Vatnhamar sambært Fótbóltssamband Føroya

Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi, og Sølvi Vatnhamar, ið var kosin besti spælari í mai 2022. (Mynd: Bjarni Enghamar - fsf.fo).
Kristian Waag Dam
20. juni 2022 kl. 07:52

Sølvi Vatnhamar úr Víkingi er kosin til besta leikara í Betri Deildini hjá monnum í mai mánað. Undan dystinum hjá Víkingi ímóti EB/Streymi í gjárkvøldið fekk Sølvi Vatnhamar handað eitt gávubræv upp á 1.500 krónur frá Effo, umframt eina glasstandmynd, ið er latin av Betri.  

– Tað var fantastiskt, og takk fyri tað! Hetta eri eg sjálvandi errin og glaður fyri. Eg haldi annars at tað hevur gingið væl í Víkingi í seinastuni, og so er bara at hopa, at hendan góða gongdin heldur fram, sigur Sølvi Vatnhamar sambært Fótbóltssamband Føroya

Tað er ikki uttan orsøk, at Sølvi Vatnhamar fekk henda heiðurin, tí tað hevur sanniliga gingið væl hjá Víkingi og leirvíkinginum í landskappingini í undanfarna mánað. Víkingur vann tveir stórsigrar ímóti B68 og AB, har Sølvi Vatnhamar skoraði ávikavist trý og tvey mál. Haraftrat gjørdist Víkingur fyrsta liðið at taka stig frá KÍ í landskappingini, tá Víkingur leikti javnt ímóti KÍ á heimavølli. Í løtuni liggur Sølvi Vatnhamar ovast á listanum yvir toppskjúttar við 13 málum aftaná 13 umfør.

Tað eru landsliðsvenjarar, fjølmiðlar og onnur, ið velja besta spælara hvønn mánað. Og av teimum tíggju, ið atkvøddu, høvdu allir Sølva Vatnhamar millum tey trý nøvnini, ið vórðu sett á atkvøðuseðilin. Sostatt gjørdist Sølvi Vatnhamar við tíggju av tíggju møguligum atkvøðum stóri sigurharrin, tá besti leikarin í mai mánað skuldi veljast.

Góðu úrslitini hjá Víkingi í undanfarna mánað síggjast aftur í atkvøðugreiðsluni, tí nummar tvey, trý og fýra vóru eisini úr Víkingi. Andreas Lava Olsen gjørdist nummar tvey og á einum deildum triðja plássi komu Bárður Jógvansson Hansen og Geza David Turi.

Besti leikari hjá monnum í apríl og mars mánað, vórðu ávikavist Páll Andrasson Klettskarð úr KÍ og Stefan Radosavljevic úr HB.

Kelda: fsf.fo/Hans Erik Danielsen