Southampton spælur ikki í Premier League í næsta ár

Southampton tapti 0-2 í dag og skal ein túr niður í Championship

Ragnar Sjúrðarson
13. mai 2023 kl. 17:58

Bert ein sigur taldi fyri Southampton í dagsins dysti í móti Fulham.

The Saints skuldu hava trý stig fyri at varðveita vónirnar um enn eitt ár í bestu fótbóltsdeildini í Onglandi, men hetta eydnaðist ikki.

Heima á St. Mary`s leikvølinum tapti Southampton 0-2 í móti Fulham, har Carlos Vinicius og Aleksandar Mitrovic syrgdu fyri málunum.

Harvið má Southampton ein túr niður í Championship í komandi kappingarári.

Southampton liggur nummar 20 í Premier League við einans 24 stigum eftir at hava leikt 36 umfør. Seks stig eru upp til Leicester á 19 plássi og sjey stig upp til Leeds, sum liggur nummar 18.