Spenningurin er næstan burtur

1. DEILD: Feløgini á Skálafjørðinum, sum í fjør fluttu niður, eru greiðir favorittar at flyta uppaftur

Málverjin Kristian Joensen og NSÍ hava beina kós ímóti uppflyting
Jóannes Hansen
13. mai 2023 kl. 19:19

Fyrsti triðingurin av kappingini í næstbestu deildini er av. Tað er langt frá 9. umfari og fram til 27. umfar og leygardagin 27. oktober. Men tað skal heilt nógv venda øðrvísi um fimm mánaðir, enn tað ger í dag, um tað ikki vera Skála og NSÍ, sum fara at flyta upp. Felags fyri bæði feløgini í Runavíkar kommunu er, at tey síðsta heyst fluttu niður úr bestu deildini.

Í dag vann Skála 3-0 á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá HB. NSÍ vann í dag 2-1  á útivølli ímóti B71. Umframt Skála og NSÍ hava B71 og FC Hoyvík møguleika at flyta upp. Tey taptu bæði í dag, og frá B71 og fram til uppflytingarpláss eru tað 8 stig og frá FC Hoyvík og til uppflytingarpláss eru tað 9 stig.

Fyri einum ári síðani fluttu EB/Streymur og B68 upp úr 2. deild. Í dag tapti B68 2-1 á heimavølli ímóti Víkingi, og EB/Streymur tapti 4-1 í Klaksvík. Eftir fyrsta triðing av kappingini eru EB/Streymur og B68 á niðurflytingarplássunum, men í botninum er so mikið tætt, at tað skjótt kann fara at venda øðrvísi.

 

KÍ – EB/Streymur 4-1 (2-1)

1-0: Kristian Svabo Eliasen 13.

2-0: Dávid B. Andreasen 17.

2-1: Áki Dam 27.

3-1: Kristian Svabo Eliasen 57.

4-1: Steinbjørn Olsen 77.

 

B68 – Víkingur 1-2 (0-1)

0-1: Fannhard Skoradal 35.

0-2: Jónatan Lervig 81.

1-2: Hilmar á Regni Højgaard 82.

 

Skála – HB 3-0 (1-0)

1-0: Carlos Ferreira 25.

2-0: Ari Ó. Ellingsgaard 56.

3-0: Marjus Nón 60.

 

B36 – FC Hoyvík 2-0 (1-0)

1-0: Emil Weihe Joensen br 5.

2-0: Sámal Jákup Jacobsen 43.

3-0: Emil Weihe Joensen br 76.

 

B71 – NSÍ 1-2 (1-1)

1-0: Kristian Krog Hentze 6.

1-1: Beinir Nolsøe 15.

1-2: Jógvan Højgaard 65.

 

Skála

9

8

0

1

21

3

24

NSÍ

9

6

1

2

19

10

19

Víkingur

9

6

0

3

24

15

18

9

5

0

4

17

17

15

B36

9

4

1

4

20

14

13

B71

9

3

2

4

17

13

11

FC Hoyvík

9

3

1

5

16

23

10

HB

9

2

2

5

13

17

8

B68

9

2

1

6

7

23

7

EB/Streymur

9

1

2

6

9

28

5

 

 

10. umfar

Fríggjadagin 19. mai

EB/Streymur – Víkingur

HB – B68

Leygardagin 20. mai

NSÍ – KÍ

FC Hoyvík – Skála

B36 – B71