Ongi úrslit

ST: Eingin ivi um at verðurlagsbroytingar eru mannaskaptar

Í dag kom 6. stóra umhvørvisfrágreiðingin hjá IPCC, ið er umhvørvistovnurin hjá ST. Og niðurstøðan er greið: Mannaskaptar hendingar eru orsøkir til, at lofthválvið, havið og landjørðin hitna

Leif Láadal
9. august 2021 kl. 13:48

Fyrsta frágreiðingin kom í 1990, og nú vit eru í 2021, er tann 6. í røðini júst almannakunngjørd. Talan er um umhvørvisfrágreiðingarnar hjá IPCC, sum er umhvørvistovnurin hjá ST. 700 granskarar úr 90 londum hava skrivað frágreiðingini.

Høvuðsniðurstøðurnar hjá IPCC eru hesar:

- Tað als eingin ivi um, at upphitingin av lofthválvi, havi og landjørð økist, tí avgerðir hjá menniskjum hava ávirkað støðuna seinastu mongu árini.

- Vavið og ferðin av teimum umhvørvisbroytingum, sum henda í løtuni, eru tað ógvusligarsta vit hava sæð í fleiri hundrað ár – og í summum førum í fleiri túsund ár.

- Í 2019 var nøgdin av CO2 í lofthavinum tann hægsta í minst tvær milliónir ár.

- Miðalhitin á jørðini er nú 1,1 stig hægri enn fyri ídnaðarkolveltingina. Í 5. frágreiðingini hjá IPCC var hetta tal 0,85 stig.

- Miðalhitin vil hækka 1,5 til 2 stig, tá hendan øldin er runnin, um ikki umfatandi tiltøk verða sett í verk fyri at forða hesum.

- Ógvusligt veður og verðurlagsbroytingar eru sjónligari nú, enn nakrantíð áður.

Frágreiðingin staðfestir tó, at tað framvegis ber til at sleppa undan ógvusligari veðri, um tiltøk verða sett í verk sum skjótast – tiltøk, sum minka um CO2-útlát.

Kelda: ipcc.ch


Mest lisið hesa vikuna

13 ára gamal koyrdi brandólógligt prutl - í Kvívík eru tey bæði hálvdeyv og fáa ikki sovið

14. august kl. 06:59

Álvarsom hending í Fuglafirði

11. august kl. 21:36

Hann sigur kortanei við Fólkaflokkin

12. august kl. 13:20

Ætla nú at keypa eykaskip til Suðuroyar afturat Smyrli

Í gjár kl. 08:55

Her er best at síggja sólarmyrkingina

11. august kl. 16:06

Funnu lívleysan persón uttandura í Fuglafirði

12. august kl. 06:39