ST koyrt Russland úr mannarættindaráðnum

Grovu ákærurnar um krígsbrotsverk fekk í gjár aðalfundin hjá ST at samtykkja, at Russland sleppur ikki at halda fram í mannarættindaráðnum

Steinar Patursson
8. apríl 2022 kl. 10:55

Aðalfundurin hjá ST hevur nú tikið avgerð um at koyra Russland úr ST mannarættindaráðnum.

Avgerðin kemur eftir hópin av ákærum móti Russlandi um krígsbrotsverk framd av russiskum herdeildum í Ukraina, serliga í býnum Bucha og Borodyanka.

Áðrenn aðalfundurin greiddi atkvøðu um málið, ákærdi ukrainski sendiharrin í ST, Sergiy Kyslytsya, Russland fyri ”ræðuligar” gerðir, og vísti á dráp av sivilfólki í Bucha, sigur BBC.

Avgerðin varð tikin við 93 atkvøðum fyri, 24 ímóti og 58 lond greiddu ikki atkvøðu. Fyri at fáa Russland úr mannarættindaráðnum, var neyðugt við undirtøku frá tveimum triðingum av londunum, og ógreiddar atkvøður telja ikki við.

Eftir at tað gjørdist greitt, at undirtøka var fyri at koyra Russland úr mannarættindaráðnum, boðaði russiski sendimaðurin í ST, Gennady Kuzmin, sambært Reuters frá, at Russland tók seg úr mannarættindaráðnum.

Hetta fall ikki í góða jørð hjá Sergiy Kyslytsya, sum fortaldi honum, at Russland slapp ikki at siga seg úr starvi eftir at hava fingið boð um uppsøgn, sigur Reuters.

Millum londini, ið atkvøddu ímóti uppskotinum at koyra Russland úr mannarættindaráðnum, taldust Norðurkorea, Kina, Kuba, Hvítarussland og Sýrialand.

Soleiðis sá út, tá londini í ST høvdu greitt atkvøðu