ST rósar Føroyum fyri hjálp til Ukraina

Føroyar lata mest í neyðhjálp fyri hvønn íbúgva, sigur flóttafólkastovnurin hjá ST, sum viðurkennir hjálpina úr Føroyum

Mynd: Creative Commons
Steinar Patursson
23. mars 2023 kl. 11:38

United Nations High Commissioner for Refugees, flóttafólkastovnurin undir ST, takkar nú Føroyum fyri íkastið at bøta um støðuna hjá ukrainskum flóttafólkum.

- Við hesum peninginum hava vit megnað at hjálpt nógvum av teimum, ið nú eru heimleys í Ukraina, men eisini teimum flóttafólkunum, ið eru rýmd úr landinum at finna trygd aðrastaðni. Við sínum íkasti virka Føroyar sum eitt lítið land sum íblástur fyri onnur, sigur Henrik M. Nordentoft, sum er umboð hjá UNHCR í norðurlondum og baltalondum.

UNCHR viðurkennir og rósar Føroyum fyri í fjør at hava latið eina millión til hjálpararbeiðið og fyri í ár at hava latið sjey milliónir aftrat. Hetta ger Føroyar til størsta stuðul í lutfalli til íbúgvarnar her, sigur UNHCR.

Sambært UNHCR hevur innrásin í Ukraina havt við sær, at ein triðingur av íbúgvunum í Ukraina eru rýmd frá heimi sínum. Fleiri enn átta milliónir eru rýmd úr landinum til onnur evropeisk lond, meðan yvir fimm milliónir eru rýmd í onnur støð í Ukraina.