ST: – Vit eru langt frá at røkka umhvørvismálunum

Nýggj frágreiðing frá ST staðfestir, at hóast vit eru langt frá at røkka málinum um at minka útlátið, eru smáir glottar at hóma.

Tilvildarlig mynd
Helgi Hoydal
26. oktober 2022 kl. 13:18

Frágreiðingin frá ST, sigur millum annað at málini sum londini í heiminum hava sett sær, ikki eru nóg mikið til at basa upphitingini á jørðini. Í løtuni siga framskrivingar, at heimurin verður 2,5 hitastig heitari í 2100. Tað er langt frá málinum sum heimurin setti sær, sum er 1,5 hitastig.

Hesi tølini eru framskrivingar sum taka hædd fyri at londini øll minka um útlátið sum tey hava lovað.

Smá fet rætta vegin

Frágreiðingin frá ST staðfestir eisini, at útlátini fram til 2030 fara at hækka umleið 10 prosent, samanborið við útlátið í 2010. Í fjør lá tað talið beint undir 14 prosentum. Tað merkir at hóast útlátið fram til 2030 verður meira enn í dag, er tað ikki so nógv sum áður hildið.

Hóast eitt lítið fet rætta vegin, er tað langt frá at verða nóg mikið.

Umhvørvisráðið í ST sigur at co₂-útlátið skal minka við 45 prosentum um París-sáttmálin skal haldast.

París-sáttmálin

  • Paríssáttmálin er ein avtala sum staðfestir at øll lond í heiminum hava eina ábyrgd av umhvørvinum, og at minka um útlátið.

  • Øll lond skulu leggja eina ætlan um hvussu tey ætla at fremja tað í verki. Ætlanin skal siga hvussu nógv landið skal minka, og málið skal endurnýggjast fimta hvørt ár.

  • País-sáttmálin sigur, at hitin á jørðini ikki skal vaksa við meira enn 2 hitastigum, helst ikki meira enn 1,5, fram til ár 2100.

Føroyar hava bundið seg til sáttmálan.

Fá lond hanga í

Í fjør á veðurlandsfundinum í Glasgow setti ST krav um at londini skuldu gera ein størri innsats. Londini skuldu endurskoða málini sum tey høvdu sett sær, og koma við sterkari tiltøkum.

Bert 24 lond sendu inn nýggju umhvørvismál síni, sambært umhvørvisstjóranum í ST, Simon Stiell.

Sambært DR, sigur hann eisini, at vit eru langt frá teimum neyðugu tiltøkunum fyri at basa trupulleikanum, og seta heimin á kós móti teimum 1,5 hitastigunum sum avtalað varð.

Øll frágreiðingin kann lesast her: Frágreiðing um umhvørvismál