Staðbundin matmarknaður

Tórsgøta í Havn verður karmur um serføroyskan matmarknað nú sunnudagin

Sigurjón Einarsson
22. oktober 2021 kl. 08:31

Sunnudagin, 24. oktober frá klokkan 12 til 17, verður Tórsgøta í Havn karmur um serføroyskan matmarknað. Matframleiðarar úr øllum Føroyum luttaka, og møguleiki verður at keypa leskiligar hágóðskuvørur beinleiðis frá framleiðarunum, sum millum annað seyðakjøt og -avroð, neytakjøt, nýupptikið grønmeti og alskyns góðskaðar vørur.

Afturat søluborðunum við mongu vørunum verða áhugaverdar matupplivingar á Perlutorginum:

Klokkan 12.30 - útselt: Sardinsku systrarnar, Margherita og Viola Capriola, hava støkk-upp sølu av sardinskum pastarætti við stuttfluttum igulkerum frá føroyskum kavara.

Klokkan 14.30: Viola Capriola greiðir frá danska bóndamarknaðinum, Grønt Marked. Somuleiðis hugleiðir hon um hvønn sosiala og búskaparliga týdning matmarknaðir hava fyri bygd og bý. Fyri stuttum varð Grønt Marked partur av altjóða netverkinum, World Farmers Market Coalition.

Klokkan 15.30: Margherita Capriola hevur verkstovu um heimagjørt gnocchis við føroyskum rótmeti, sum er í árstíð: Epli, gularót og reyðrót.

Fyriskiparnir siga, at endamálið við degnum er at fagna góða matin, sum verður framleiddur kring landið, men eisini at byggja brýr millum føroyska matframleiðaran og kundan.

Í hesum sambandi verður Tórsgøta eisini stongd fyri allari ferðslu frá Sverrisgøtu oman til Vágsbotn frá klokkan 8-19 sunnudagin. 

Parkeringsøkið við Reinsaríið verður stongt fyri allari parkering frá fríggjarmorgunin 22. oktober klokkan 8.