Stættarsamfelagið vent á høvdið

Fyri aðru ferð hevur 48 ára gamli svenski filmsleikstjórin Ruben Östlund vunnið Gylta Pálman, sum í ár varð hildin í Cannes á 75. sinni. Fyrru ferð við listasatiruni The Square, sum Filmsfelagið vísti, og nú við yvirstættarsatiruni um mótaverðina og tey superríku, Triangle of Sadness, sum verður vístur í Filmsfelagnum mikukvøldið

Tíðindaskriv frá Filmsfelagnum
10. oktober 2022 kl. 19:29

Fyri aðru ferð hevur 48 ára gamli svenski filmsleikstjórin Ruben Östlund vunnið Gylta Pálman, sum í ár varð hildin í Cannes á 75. sinni. Fyrru ferð við listasatiruni The Square, sum Filmsfelagið vísti, og nú við yvirstættarsatiruni um mótaverðina og tey superríku, Triangle of Sadness, sum verður vístur í Filmsfelagnum mikukvøldið.

Ruben Östlund er ein meistari at skapa órógv, discomfort, so vit við støði í tí kenda verða førd inn í eina óvæntaða nøtrisøgu, har mest sum einki er, sum vit væntaðu tað. Alt er vent á høvdið.

Í fyrra vinnarafilminum, The Square, var tað listin sjálv, ið varð sett til diskussión. Til ein veitsludøgurða, kanska ein parodi uppá innantómar klædningar og veitslukjólar í Cannes, fer ein óður leikari, klæddur sum orangutang, upp á borðið og skapar kaos, meðan borgarligheitin roynir at tvíhalda um tað syndarligu rest, sum í hesi løtu er eftir av yvirstættartilveruni. Ætlaða listaátakið, sum filmurin er um, kemur í hæddina, tá eitt barn verður sett í The Square, ein bás á gøtuni, og sprongt í luftina, fyri at skapa uppmerksemi og marknaðarføra júst hesa framsýning, sum er eitt frírúm. Altso ein greið listarlig satira. 

Í nýggja vinnarafilminum, Triangle of Sadness, eru Carl og Yaya, sum bæði eru supermodell, boðin umborð á eitt cruiseskip við oligarkum, vápnaseljarum og influensarum. Alkoholiseraði skiparin elskar at sitera Marx, men í illveðri, har øll spýggja og skræpa afturvið sjeyrættaðu luksusmatskranni, møta tey vápnaðum sjórænarum og skipið søkkur. Flótandi stættarsamfelagið verður vent á høvdið, tí bara filipinska konan, ið vaskar vesið í kjølinum, dugir at fiska og kynd eld, so tey fáa mat í munnin á oydnu griksku oynni, tey hava bjargað sær á. Altso ein greið samfelagslig satira um maktrelatiónir í nútímans samfelagnum, har vakurleiki og vælvera verða sett fremst í øllum miðlum.

Leikarar eru Zlatko Buric, Woody Harrelson, Vicki Berlin, Harris Dickinson og Charlbi Dean.

- Triangle of Sadness var avgjørt besti filmur eg sá í Cannes, segði Gudmund Helmsdal Nielsen úr Cannes. - Eg kendi tað sum at vera vitni til ein nýklassikara, ið bleiv til, so hvørt eg hugdi, frame by frame. Ein fantastiskur filmur, als ikki subtilur, men rakar seymin á høvdið, slag fyri slag, inntil hann at enda rakar seinasta slagið. Fult uppiborðin Gullpálmi, sigur Gudmund um gullvinnaran úr Cannes í ár.

Mikudagssýningin í Filmsfelagnum er almenn.

Sýningin verður mikukvøldið tann 12. oktober klokkan 20 í Havnar Bio:

Triangle of Sadness (Ruben Östlund Svøriki 2022 147 min)